Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum var fiskivinnunýskipanin uppi at venda í nøkrum førum.
Les eisini: Vilja verða við í breiðari semju
Kjakast var nógv um tí breiðu semjuni, sum leiðsla floksins hevur lagt upp til og ynskir.
Eisini økiskvotur blivu diskuteraðar, har samgongan ætlar at nýta kvotur sum eitt slag av menningarhjálp til tey økir í landinum, sum eru í vanda vegna millum annað fallandi fólkatal og vaksandi arbeiðsloyvi.
Jóhan Dahl, fyrrverandi landstýrismaður hjá Sambandsflokkinum tók orðið og segði, at tað var ein brølari gjørdur í 2011, tá politiska skipanin hevði ein møguleika at býta út økiskvotur tá støðan við økta tilfeinginum í uppsjóvarvinnuni var í hæddini. Í staðin valdi mann at geva verandi vinnuligum aktørum alt, í staðin fyri at býta út tá, ið økta tilfeingi av fyrstan tíð kom inn.
- Vit býttu út økiskvotur tá, men tað fór alt til teir, sum longu vórðu har frammanundan. Tað var ein feilur vit gjørdu, segði Jóhan Dahl.
Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, segði, at eftir hansara tykki vórðu økiskvotur eitt ringt hugskot. Vinnan skuldi innrætta seg sjálv og ikki eftir politiskum forskriftum, sum henda samgongan roynir at gera.
- Vinnan veit hvat hon ger og tað er ikki upp til okkum politkkarar at fortelja teimum hvat tey skulu gera, segði Kaj Leo Holm Johannesen.