- Leingi er tað í væl skal verða, men nú skal tað verða.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar.
Sagt verður, at arbeiðið verður gjørt nú í summarfrítíðini, meðan virksemið í høvuðsheitum liggur niðri.
- Soleiðis verður minkað um órógv hjá næmingum, starvsfólki og íðkarum.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at tað er ein stór flata, sum skal málast, tí sjálv víddin á bygninginum er umleið 2.300 fermetrar.
- So, nógv veldst um veðrið - og at veðurgudarnir lata okkum fáa nógvar turrar dagar.
Lagt verður aftrat, at tá arbeiðið er liðugt, fara bæði skúli og ítróttahølli at standa væl dagførd og klár til eitt nýtt skúla- og hondbóltsár.
Tað er málarameistarin, Michael Sørensen, sum stendur fyri arbeiðnum at mála skúla og ítróttahøll í Vestmanna í summar.










