Skulu leingja Vága Floghavn og gera nýggjan flogvøll

Vit kunnu ikki bíða í átta ár eftir nýggjum flogvølli. Tí skal flogvøllurin í Vágum leingjast beinanvegin, og nýggjur flogvøllur byggjast, sum skal standa liðugur í 2015, heldur Bjarni Djurholm

Flogvøllurin í Vágum skal leingjast. Hann er ein so álvarsamaur fløskuhálsur, at viðurskiftini skaða samfelagið. Ein nýggjur flogvøllur kann ikki standa liðugur fyrr enn í 2015, og so leingi kunnu vit ikki liva við flogvøllinum í Vágum.

Tí fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum at geva nevndini í flogvøllinum boð um, at flogvøllurin skal leingjast til 1600-1800 metrar.

 

- Vit hava í áravís arbeitt við málinum um nýggja flogvøll, men hava gingið stillisliga við hurðunum fyri ikki at fáa órógv, sigur Bjarni Djurholm.

 

Løgtinið hevur játtað eina hálva millión um árið farnu árini til arbeiðið.

Bjarni Djurholm sigur, at verður vøllurin longdur til 1600-1800 metrar og útbygdur fyri 365 milliónir krónur, so kann hann standa liðugur um trý ár. Landsstýrismaðurin leggur dent á, at útbyggingin ikki skal kosta meira enn hesar 365 milliónirnar, tí lok verður lagt á.

 

- Vit kunnu ikki bíða eftir einum nýggjum flogvølli, sum ikki verður liðugur fyrr enn um eini átta ár. Serliga ringt verður tað fyri Atlantsflog, sum við sínum flogførum er við at mála seg upp í ein krók, tí flogtypurnar eru ótíðarhóskandi og dýrar í rakstri, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur víðari, at Atlantsflog hevur fyri neyðini at fá hendur á nýggjum flogslag, helst Airbus, sum skjótast.

- Felagið arbeiðir miðvíst við hesum, men fyri at fáa kunna skifta, so má felagið vita, hvussu skjótt vøllurin í Vágum verður í minsta lagi 1600 metrar. Tað er neyðugt, tí skal Atlantsflog hava kjans at fáa raksturin at bera seg við nýggjum flogførum, so má vøllurin vera so langur, at flogførini kunnu lastast optimalt. Annars hongur tað ikki saman, og tí hevur leingjanin av vøllinum í Vágum stóran skund, sigur Bjarni Djurholm.

- Eg haldi, at vit skuldu fyri langari tíð síðani havt bygt annan flogvøll. Men orsakað av, at vit ikki høvdu yvirtikið flogvøllin og annars mótstøða í politisku skipanini, eru vit endað í eini støðu, sum ikki er haldgóð, sigur hann.

Landsstýrismaðurin vísir á, at vit mugu gera íløgur í nýggjan vøll umvegis tann í Vágum.

Atlantsflog hevur meldað út, at vit eiga at hava tveir vøllir, m. a. av trygdarávum.

- Peningurin, sum er játtaður úr Íleggingargrunninum er oyramerktur til vøllin í Vágum, so hann kunnu vit ikki nýta til nýggja flogvøll, tíverri, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur, at avgerðin skuldi verið tikin fyri nógvum árum síðani at byggja nýggja flogvøll.

Landsstýrismaðurin sær fyri sær trý stig, sum eru tey týdningarmestu fyri samskiftisútbyggingar í Føroyum:

 

1. Optimalt KT- og fipursamband við umheimin

2. Sam,svarandi sjóvegis flutningssamband

3. Framtíðartryggjað loftvegis samband.

 

Til nummar 1 sigur Bjarni Djurholm sigur, at tey miðvíst hava stuðlað Føroya Tele í útbyggingini av fipursambandi, fyrst FarIce og nú Shefa-kaðalin.

Til nummar 2 sigur hann, at vit við ávísum nøgdsemi kunnu konstantera, at bæði á farma- og ferðafólkaøkinum eru viðurskiftini rættiliga góð, hóast kappingini á ferðafólkaøkinum kanska kundi verið størri.

Til nummar 3 sigur hann, at vit mugu ásanna, at har er støðan milt sagt ónøktandi.

- Tí hava vit í nøkur ár arbeitt við at gera greiningar, sum kunnu vera grundarlag undir byggjan av einum flogvølli. Vit eru sum sagt komin hagar, at politisk støða kann takast til málið um eini trý-fýra ár.

- Vit vita, at politiska skipanin arbeiðir seint, so um tað gongur væl, so kann verða byrjað upp á nýggjan flogvøll í 2012/13. Byggitíðin man vera minst trý ár, sigur Bjarni Djurholm.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at vit kunnu bíða – og tað kann Atlantsflog slett ikki.

- Tí mugu vit fara umvegis Vága Floghavn til nýggja flogvøll. Vit kunnu samstundis staðfesta, at upphæddin ikki er so nógv størri enn bara ein nýggjur Airbus 319, sum kostar 280 – 300 milliónir krónur. Og Atlantsflog skal hava fleiri. Tí er neyðugt hjá Atlantsflog skjótast at sleppa út í heim at flúgva, antin í sjálvdrátti ella saman við øðrum flogfeløgum. Hesum arbeiða vit eisini við, og vóna vit, at Føroyar í næstum gerast limir í ECAA (triði loftferðslupakkin hjá ES) sum fer at loyva Atlantsflog at kappast javnbjóðis í Evropa, sigur Bjarni Djurholm.

 

----

 

 

MYNDATEKSTUR:

 

Bjarni Djurholm sigur, at nýggjur flogvøllur skal byggjast. Men hann kann valla standa liðugur fyrr enn um eini átta ár. Tí er neyðugt eisini at leingja flogvøllin í Vágum, sum er ein álvasamur fløskuhálsur, heldur hann