Tað eru nógvir vatnskutarar í Føroyum, men nú verður ein kunngerð sett í gildið, sum hevur við sær, at hereftir krevst eitt serligt prógv fyri at loyvi at sigla við teimum.
Aldursmarkið fyri at fáa føraraprógv til vatnskutara, er 16 ár og tað verða bara góðkendir sjóvinnuskúlar, sum kunnu standa fyri royndunum.
Royndin fevnir bæði um teori og sigling, og endamálið við henni er at fáa greiði á, um viðkomandi sum tekur royndina, er í standi til at føra ein vatnskutara á tryggan hátt. Royndin skal eisini staðfesta um viðkomandi hevur nóg góðan kunnleika til sjóreglur, um hvussu siglingarleiðir eru merktar, um trygd á sjónum, um fyribyrging, siglingarreglur og umhvørvisvernd.
Tann, sum tekur royndina til vatnskutara, skal eisini hava ein nøktandi kunnleika um víkiskyldu, um siglingarreglur á ávísum økjum og um trygdina í sambandi við eld, og um at sløkkja eld. Tey skulu eisini vita hvussu tey skulu gera í sambandi við samanstoyt og hvussu tey skulu bera seg at, um so er, at siglt verður á land.
Men tað er meiri enn, tí tey, sum taka prógv, skulu eisini vísa, at tey duga at gera klárt til at sigla, at tey duga at leggja frá landi, at tey duga at brúka trygdarútgerðina. Tey skulu eisini vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið onkur dettur á sjógv, og tey skulu duga at bjarga bæði sær, og øðrum.
Tey skulu eisini læra seg at sigla, táið fer verður settur á vatnskutaran, og tey skulu duga at manøvrera við honum.