Í samband við, at íslendska stjórnin hevur afturgoldið føroyska kreppulánið, verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um nýskapanarsamstarv millum Føroyar og Ísland.
Ráðstevnan byrjar týsdagin 5. mars klokkan 11.00, tá ið føroysku og íslendsku vinnu- og fíggjarmálaráðharrarnir fara at røða um samstarv landanna millum.
Seinnapartin greiða serfrøðingar frá um eyðkenni og samstarvsmøguleikar í báðum londunum, innan orku, ferðavinnu og innan nýskapan í kreativum vinnum, við denti á telduspælsídnaðin.
Ráðstevnan er almenn.
Til ber at síggja skránna fyri dagin her