Skulu takast á bóli við einum góðum sangara

Tað verður ein loynilig konsert á tónleikastevnuni Við Brúnna næsta leygardag

Tey, sum fara á tónleikastevnu við Brúnna næsta leygardag, tað er leygardagin 11. juli, fáa høvi til at sleppa á eina heilt serliga konsert.

 

Men tey siga ikki, hvør tað er, sum syngur og spælir.

 

Men tey vissa um, at talan er um eina forkunnuga konsert við einum av Føroya allar størstu sangarum, og at konsertin verður á einum heilt serligum øki, har tað bara er pláss fyri nøkrum fáum áhoyrarum.

 

- Tað er ein partur av upplivingini, at áhoyrararnir ikki vita hvør sangarin er fyrrenn tey koma til tiltakið, siga fyriskipararnir.

 

Tey kalla hetta serliga tiltakið, Njørður. Njørður, var norrønur gudur av vanaætt, sum búði í Nóatúni. Hann ráddi fyri vindi og veðri, sjógvi og eldi. Enn á okkara døgum verður tikið til at “nú øtlar hann vindin”. Tá er tað Njørður sum øtlar vindin.
Men fyrireikarnir vísa eisini á, at atgongumerki til sjálva tónleikastevnuna, er ikki eisini atgongumerki til hesa serligu konsertina, tí tað skal keypast fyri seg – og tað kann gerast longu nú.

 

Annars verður tað Norrøna Dansband, ið aftur í ár stendur fyri dansinum Við Brúnna næsta leygarkvøld og tað er ein partur av stevnuni.

 

Við Brúnna verður ikki bara undirhald fyri vaksin, tí børnini fáa eisini sítt. Har har fara ítróttarfeløgini, og onnur, at skipa fyri bóltspølum, rógving og øðrum, og somuleiðis fara Maria á Lakjuni og Jensina Olsen at undirhalda.

 

Tey, sumfara í Sundalagið við kampingvognum, fáa eisini góðar umstøður, tí kampingpláss er við bátahylin á Oyrarbakka, har atgongd er til wc og brúsu í kappróðrarneystinum.