Kommunuval skal vera annan týsdag í november fjórða hvørt ár. Tað er staðfest í kommunuvallógini, og nýggju kommunustýrini taka við 1. januar árið eftir.
Tað vil siga, at tey 29 kommunustýrini, sum verða vald 12. november í ár, taka við nýggjarsdag 2025.
Tað eru tveir mánaðir og tveir dagar, til listarnir til kommunuvalið skulu vera inni. Enn er eingin listi kunngjørdur, men ymiskt rørist nú í sambandi við valið. Í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn við in.fo, at hann ikki hevði tikið endalilga støðu til, um hann fór at stilla uppaftur. Hinvegin hevur dóttir hansara, Elin H. Joensen, játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið – men bara um pápin ikki stillar upp, segði hon.
Og í grein á in.fo í dag sigur Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu, at hann nú gevst í kommunupolitikki. Jákup Dam býr í Kollafirði og hevur verið býráðslimur síðani 2012.
Niðanfyri er yvirlit yvir tær 29 kommunurnar í Føroyum, hvussu nógv fólk eru í hvørjari kommunu, hvussu nógv tey eru í prosentum, og hvussu nógv umboð ymsu kommunurnar skulu velja í kommunustýrini:
##med2##