Sløkkiliðsmenn úr Kollafirði á skeið

Seinasta fríggjadag fingu átta sløkkiliðsmenn úr Kollafirði prógv handaði frá brandskúlanum hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Áðrenn 2006 skulu øll sløkkiliðsfólk í Føroyum hava eina góðkenda útbúgving.

Fríggjadagin 21. mars fingu átta sløkkiliðsmenn úr Kollafriði prógv handaði frá branskúlanum hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Útbúgvingin er skipað eftir kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólki, sum komí gildi 17. desember 2001. Skeiðið er sett til 88 tímar ella tvær vikur. Hetta er fyrsta skeiði eftir føroysku kunngerðini, og má tí metast sum eitt royndarskeið. Málið er at fáa endaliga góðkenning frá Mentamálaráðnum, soleiðis at brandskúlin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, við sínum royndum og vitan á økinum, kann bjóða seg fram at útbúgva sløkkiliðsfólk úr øllum landinum. Eftir kunngerðini um útbúgving av sløkkiliðsfólki skulu øll sløkkiliðsfólk í Føroyum hava fingið eina góðkenda útbúgving áðrenn desember 2006.