Skulu tær muslimsku kvinnurnar í Bretlandi ganga við sløri fyri andlitið ella ikki? Tað er tann stóri spurningurin, sum bretar tosa um í hesum døgum, og sum hevur elvt til spenning millum muslimar og tey, sum ikki eru muslimar.
Alt byrjaði í næstsíðstu viku, tá tann muslimska Aishah Azmi fekk sekkin sum lærari á einum skúla í West Yorkshire, tí hon vildi ikki taka slørið av andlitinum í skúlatíðini. Hon var lærari í enskum, men næmingarnir kærdu seg um, at teir skiltu hana ikki nóg væl. Hon fekk tí boð um at taka slørið av í skúlatíðini, og tá hon segði nei, bleiv honm koyrd til hús. Nú hevur hon stevnt skúlanum.
Hetta hendi bara nakrar dagar eftir, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin Jack Straw hevði sagt, at hann bað altíð muslimskar kvinnur taka slørið frá andlitinum, tá tær komu at tosa við seg um okkurt. Muslimskir felagsskapir vóru í øðini inn á Straw og løgdu hann undir vantandi virðing fyri øðrum.
Nú hava aðrir politikarar lagt seg út í orðaskiftið. Teirra millum er kommunu- og landspartaráðharrin, Phil Woolas, sum eisini umsitur mál viðvíkjansi etniskum bólkum. Hann tekur undir við leiðsluni á skúlanum í West Yorkshire og sigur, at tað var rætt at geva Aishah Amzi sekkin. Tað hevur ikki bøtt um hýrin í teimum muslimsku felagsskapunum, sum hótta við at draga ráðharran í rættin.
Samstundis ávarar tann konservativi politikarin David Davis bretar ímóti at lata slørið hjá teimum muslimsku kvinnunum spjaða bretska samfelagið, men hann ávarar samstundis um, at bretar mugu varðveita tali- og skrivifrælsið. Sjálvur tekur hann undir við tí, sum Jack Straw hevur sagt, og teir báðir eru ikki einsamallir. Sambært einari meiningakanning halda 57 prosent av bretunum, at teir bretsku muslimarnir eiga at laga seg meiri eftir bretskum viðurskiftum, og 53 prosent eru samd við Jack Straw um, at slørið hjá teimum muslimsku kvinnunum elvir til frástøðu.
Eisini kristin
Men tað eru ikki bara teir muslimsku bretarnir, sum eru í øðini í hesum døgum. Nógvir kristnir bretar eru í øðini um, at tann 55 ára gamla Nadia Eweida bleiv noydd úr starvi sínum hjá flogfelagnum British Airways, tí hon hevði ein kross hangandi í einari hálsketu.
Nadia Eweida arbeiddi í móttøkuni hjá British Airways í Heathrow-floghavnini í London. Felagið kravdi, at hon skuldi fjala krossin, meðan hon var til arbeiðis. Tað vildi hon ikki, og so bleiv hon noydd úr starvinum.
Í dag hava fleiri kristnir felagsskapir mótmælt í Heathrow-floghavnini, og einstakir politikarar hava sagt, at teir fara ikki at flúgva við British Airways aftur.