? Í komandi viku skulu vit viðgera spurningin einaferð aftrat og síðani taka endaligu avgerðina, sigur Ólavur Magnussen, bygdaráðsformaður í Nes Kommunu.Hann leggur aftrat, at mest sannlíkt verður skuldin rindað aftur, men endaliga avgerðin verður ikki tikin fyrr enn seinast í hesum mánaðinum.
? Vit hava sagt upp øll okkara lán og ætla at rinda teimum alt í hondina, sigur bygdaráðsformaðurin.
Eiga á bók
Teir 1100 íbúgvarnir í Nes Kommuna, sum umfatar bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, vilja ikki longur hava nakað haft um beinini.
Tá harðast leikaði á í kreppuárunum, hevði kommunan eina skuld upp á 22 milliónir krónur. Skuldin er í dag komin niður á 15 milliónir krónur og skal eftir ætlan burtur um ein góðan mánað.
Men er tað ikki ein stórur klattur at gjalda hjá kommununi?
? Jú, tað er tað kanska. Men vit eiga allan peningin, sigur Ólavur Magnussen.
Bygdaráðsformaðurin heldur, at vælstandurin um alla Føroyar er ein orsøkin til, at kommunan í dag er so væl fyri fíggjarliga. Og so hava tey arbeiði til allar hendur í Nes Kommunu.
? Munurin á tíðini í dag og í kreppuárunum er so stórur, at tað skal næstan upplivast, sigur hann.
Íløguloft
Ólavur Magnussen vísir á, at íløgukvotan, sum landsstýrið hevur ásett, forðar kommununum at gera ov stórar íløgur í einum. Í ár kann Nes Kommuna fremja íløgur fyri 4,1 millión krónur.
? Tað eru ikki nógvir pengar, men tað røkkur til eitt sindur, sigur bygdaráðsformaðurin og sipar til, at alt er relativt.
? Hetta er nógv hjá onkrum, ið ikki eigur so nógv til íløgur, men kanska í minna lagi, tá ið ein hevur væl meira í kassanum, sigur bygdaráðsformaðurin í Nes Kommunu.