Ásla Rannvá Svensson listaframsýning

Unga Listakvinnan Ásla Rannvá Svensson úr Havnini hevur listaframsýning á Norðoya Kunnningarstova tað sum eftir er av juli mánaði.
Framsýningin letur upp leygardagin 10. juli klokkan 15:00.
Annars er opið hvønn dag í vanligari upp- og afturlatingartíð hjá Kunningarstovuni.
Á framsýningini vera millum 25 og 30 smá og miðalstór listaverk.
Ásla Rannvá hevur áður havt framsýningar í Fuglafirði, í Snarskivuni eins og Várframsýningi og á Ólavsøku í Havn.