Meirilutin av íslendingum halda, at Ísland eigur at fara upp í ES Var spurningurin um limaskap í ES lagdur til fólkaatkvøðu í Íslandi í dag, høvdu 55 prosent atkvøtt fyri at senda eina umsókn til Bruxelles.
Tað vísir ein nýggja kanning, og sambært Fréttablaðnum hevur undirtøkan fyri ES-limaskapi ongantíð verið so stór fyrr.
Kanningin avdúkar eisini, at áhugin fyri limaskapi í ES er vaksin nógv í Íslandi tað seinasta árið, tí í einari tilsvarandi kanning í januar í 2007 søgdu 36 prosent, at Ísland átti at søkja um limaskap í ES.