.
Victor Cilia er føddur í 1960 og fekk útbúgving sína á Myndalista- og handíðskóla Íslands 1978-81 og 1990-92. Hann hevur arbeitt nógv síðani 1978 á sjónleikarahúsi, við film og í sjónvarpi. Tey síðstu árini hevur hann tó fyri tað mesta arbeitt við lýsingum og uppseting, umframt at hava arbeitt eitt sindur við søguligum framsýningum ymsastaðini í Íslandi.
Victor Cilia hevur fleiri framsýningar bæði einsamallur og saman við øðrum.
Framsýningar
saman við øðrum:
Art Festival í Reykjavík 1992
Listasavnið í Laugardalur, Reykjavík 1992
Á Kjarvalstøðum 1995
Á Keltilhúsinum í Akureyri 1996
Í Mokka, Reykjavík 1997
Á Galerie in Airport Hotel, Hamburg, Týsklani
Á Gallery Sævars Karls, Reykjavík 1999
Framsýningar einsamallur:
Museum og Modern Art, Reykjavík, 1993
Götugrillið, Reykjavík, 1993
Gallery Greip, Reykjavík, 1994
Á Gallery Sævars Karls, Reykjavík 1995
Gallery Greip, Reykjavík, 1996
Gallery Sýnibox, Reykjavík, 1996
Hafnarborg, Hafnarfjørður, 1998
Málningarnir hjá Victor eru við atliti til listasøguna, sum byggir á eina gamla mynsturtraditión, og hevur mynstur leingi verið nýtt at tulka náttúruna, Keltararnir tulkaðu tað guddommiliga við sínari skreytlist sigur Auður Ólafsdóttir, íslendskt listasøgufólk í eini grein um listina hjá Victor Cilia. Hesi semitrisku systemini í málningunum hjá honum eru symbolið upp á veruleikan í síni heild. ?Líka sum líkamikið í listini frá endurburðartíðini ? ella príðingararbeiðið í barokktíðini. Men hóast málningarnir hjá Victor Cilia hava støði langt aftur í listasøguna, hava hesir eisini nógv, sum vísir til nútíðar eyðkenni?. Soleiðis broytast keltiski ?meginsniglilin? og ?solarsymbolið? ella flættingamynstrið í víkingatíðini seg lættliga til parabolar, horn, lampur og til nógv onnur teknisk móttøkutól.
Sjálvur sigur Victor, at hann sær tekniska útstýrið í heiminum sum eina víðari uppfatan av náttúruni ? eitt slag av menniskjligari, skaptari náttúru. ?Málningarnir eru útførdir sum mystur, sum seinni verða til organiskar formar. Formarnir kunnu líka so væl verða livandi skapningar ella slags mekanisma. Tankarnir fáa vit frá menniskjalikaminum, t.d. oyrunum, og kunna tey sppfata og taka ímóti ljóði.
Á framsýningini, verða 16 oljumálningar.
Victor Cilia kom til Føroyar í gjár og býr í Norðurlandahúsinum.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við Norðurlandahúsið og spyrja eftir Victor, um tit hava áhuga í hesum.
Vinarligar heilsanir
Noðurlandahúsið í Føroyum