Fótbóltur
Luka Kostic var ein av fleiri eysturlendskum fótbóltsspælarum, sum leitaðu sær vestureftir, tá jarntjaldið fall um tíggjuáraskiftið fyri nú skjótt 20 árum síðani.
Hann hevði longu 11 ár á baki sum yrkisspælari í Jugoslaviska Osijek, tá hann kom til Akranes, og longu fyrsta árið varð hann kosin ársins spælari hjá felagnum, sum eisini vann meistaraheitið eftir tætta kapprenning við Víking og Fram.
Hann spældi í Akranes fram til 1994, tá liðið aftur vann meistaraheitið, og tvær ferðir varð hann eisini kosin besti spælarin í Íslandi. Ein heiður, sum eingin útlendingur hevði vunnið sær undan hesum.
Útlendsk fyrimynd
Og sum venjari vísti tað seg skjótt, at hann ikki var minni framúrskarandi.
Fyrstu árini vandi hann Grindavik í næstbestu deildini, og tað eydnaðist honum at vinna uppflyting til bestu deildina, umframt at hann eisini leiddi Grundavik til sína fyrstu steypafinalu nakrantíð.
Skiftini gingu hampuliga skjótt, og í tveimum umførum var hann venjuari hjá KR og Víkingi, áðrenn hann í 2003 varð knýttur at íslenska landsliðstoyminum. Fyrstu trý árini við ábyrgd av U17-landsliðnum, og frá 2006 til oktober mánað í fjør sum venjari hjá bæði U17- og U21-landsliðnum. Eitt starv, har hann stóð við ábyrgd av íslendsku spælaramenningini hjá grannum okkara.
Og eisini her hava úrslitini verið sera góð. Fremst í so máta stendur helst luttøkan hjá íslendska U17-landsliðnum í EM-endaspælinum í 2007. Nakað sum einki íslendskt U-lið hevði megnað undan hesum. Og eitt bragd, sum ikki gjørdist minni av, at íslendingar vóru einasta norðurlendska tjóðin í endaspælinum.
Og sum prikkurin yvir i’num varð hann eisini heiðraður av íslendska forsetanum sum ein útlendingur, ið hevur givið eyka virði til íslendska samfelagið. Eisini hóast hann nú ikki longur formliga kann metast sum útlendingur, tí passið hjá manninum er nú íslendskt.
Knallharður
Av persónum, sum hava kunnleika til Luka Kostic, verður hesin lýstur sum ein venjari, ið hevur ekstremt høgt ambitiónsstøði.
Á felagsstøði kann vandin í hesum vera, at spælararnir snøgt sagt verða slitnir upp ov skjótt, tá tú dag og dagliga arbeiðir saman við einum somikið krevjandi venjara. Og helst er hetta eisini viðvirkandi til, at hann – hóast frálík úrslit – hevði fimm ymisk venjarastørv fyrstu átta árini.
Hinvegin er sama ambitiónsstøði kanska júst ein dygd sum landsliðsvenjari, tí steðgirnir millum savningarnar kunnu jú verða drúgvir, og tí møðast spælararnir ikki á sama hátt tá.
Fakta um Luka Kostic
Føddur
Sum spælari
Osijek (JUG) 1979-1989
IA Akranes 1991-1994
Sum venjari
Grindavík 1994-1996
KR 1996-1998
Víkingur 1998-2000
KR 2001
Víkingur 2002
Ísland, U17 2003-2006
Ísland, U17 & U21 2006-2008