Íslendskur unglingi skotin í USA

Ein 18 ára gamal íslendskur drongur varð skotin uttan fyri ein handil í býnum Tulsa í amerikanska statinum Oklahoma gjáranáttina. Hann varð so meint raktur, at hann doyði. Ein annar maður varð illa særdur.

Blaðið Tulsa World skrivar, at íslendingurin og hin maðurin, sum er 37 ára gamal, vóru í einum bili, tá byrsumaðurin skeyt eftir teimum.

Løgreglan leitar framvegis eftir byrsumanninum, sum er millum 18 og 24 ára gamal, skrivar Tulsa World.

Sambært Morgunblaðnum búði tann 18 ára gamli íslendingurin í Tulsa, haðani myndin er. .