Bæði upp undir og eftir fólkatingsvalið hevur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins fleiri ferðir sagt, at fólk mugu til at arbeiða meira. Hann hevur sagt, at fólk arbeiða ikki meira, tí tað loysir seg ikki.
Hetta er í hvussu er ikki galdandi fyri heilsuhjálparar, heimahjálparar og heilsurøktarar.
- Ein stórur trupulleiki hjá okkara limum er, at tær fáa ikki meira enn 25 ella 30 tímar, og tað er ov lítið at liva fyri, sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Hon sigur, at felagið í sínari tið góðtók lága brøkin, tí tað var nógv yvirtíð. Onkrastaðni gongur hetta.
- Men tað vísir seg, at nógvastaðni verður tímalønt fólk tikið inn, og tey tímaløntu fáa oftast tær longru vaktirnar. Eingin av limum okkara kann liva fyri lønina, tær fáa fyri at arbeiða 25 ella 30 tímar um vikuna, sigur Ása Holm.
Arbeiða eyka
Hon sigur, at fleiri av limunum noyðast at fáa sær eyka arbeiði, eitt nú við at vaska. Fleiri av kvinnunum eru einsamallar mammur, og tað hongur fíggjarliga als ikki saman hjá teimum.
Ása Holm setir sína vón til nýggja samanlagda stovnin við nýggjum stjóra, at tað fer at bera til at fáa eina brúkliga avtalu.
- Limirnir eru kvinnur, sum ímóti sínum vilja arbeiða niðursetta tíð. Hatta høvdu menn ongantíð góðtikið.
Ása Holm ræðist fyri framtíðini hjá almannaverkinum.
- Nærverkið hevur tosað um dygd, men tað ber ikki til at tosa um dygd upp á henda mátan. Sjálvandi eru nakrar kvinnur, sum hava hug at arbeiða niðursetta tíð, og tað skulu tær hava loyvi til. Men vit mugu minnast til, at kvinnur, sum fáa sær útbúgving, gera tað, tí tær vilja arbeiða og kunna liva av tíð.
Ikki til at liva av
Ása Holm hevur ikki varhugan av, at limir hennara eru fluttir av landinum vegna vánaligari kor, men summar eru farnar víðari at læra til heilsurøktara.
Tað er ein sannroynd, at fleiri heilsuhjálparar eru komnar upp i árini og um ikki so nógv ár koma í bólkin, sum hevur brúk fyri hjálp.
Tað fer at enda galið, tí stórt trot verur á heilsuhjálparum í framtíðini, tá i hesi størv ikki eru til at liva av, væntar Ása Holm.
Eisini í Almanna- og Heilsurøktarafelagnum fingu tær ilt av orðunum hjá fíggjarmálaráðnum um, at tað skal loysa seg at arbeiða meira.
- Okkara starvsbólkur sleppur ikki at arbeiða meira. Og tann, sum arbeiðir meira, fær boð um at avspáka. Tað gevur ongar eyka krónur, sigur Majbritt Mohr, forkvinna í felagnum.
Meginparturin av limunum í Almanna- og Heilsurøktarafelagnum arbeiðir niðursetta løn. Tær fáa ikki yvirtíð, fyrr enn tær hava arbeitt 40 tímar eina viku, og alt út yvir tað skal avspákast.
- Nakrar vilja ikki arbeiða fulla tíð, tí arbeiðið er so tungt og hevur skiftivaktir, men hinar sleppa ikki at arbeiða meira, sigur Majbritt Mohr.
Ójavnt býtt
Hon kundi hugsað sær at fingið at vita, hvør meining er í at fáa fólk at arbeiða meira, tá ið vit hava næstan 1700 arbeiðsleys fólk.
Majbritt Mohr hevur eisini eina viðmerking til fráboðaða skattalættan.
- Vit vita øll, at skatturin er ov høgur, men samgongan eigur at finna ein annan máta enn flatskattin at geva skattalætta. Tey, sum hava lægst inntøku, hava í dag ikki eitt virðiligt lív og kunnu einki loyva sær. Tey fáa ongan lætta. Tey við miðalinntøku kunnu kanska loyva sær ein túr í býin um mánaðin ella av landinum eonkuntíð. Men tey sum fáa størsta skattalættan, hava frammanundan ráð til alt. Eingin sigur, at skattalættin hjá teimum fer út í samfelagið. Tey kunnu tað sama brúka peningin til at gera íløgur við ella til uppsparing, sigur Majbritt Mohr.