Arbeiðstíðin verður alsamt skerd, men vit mugu renna skjótari. Tað er veruleikin hjá heilsurøktarum í Føroyum. Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, sigur, at hetta er niðurstøðan á fundi, Heilsurøktararnir hava havt um arbeiðsviðurskiftini
- Nógvir heilsurøktarar hava sett spurnartekn við arbeiðsumstøðurnar. Teir Flestu eru kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð, men mugu átaka sær uppgávur, sum av røttum ikki eru teirra sigur hon
Hon staðfestir, at bara 15 prosent av teimum 325 limunum í Heilsurøktarafelagnum arbeiða fulla tíð. Hinvegin arbeiða 65 prosent 0,70 tíð, ella 0,75 tíð, og restin arbeiðir minni. - Í nógvum førum er orsøkin til avmarkaðu tíðina, at arbeiðið er ov strævið likamliga og sálarliga.
Hóast fleiri heilsurøktarar kundu hugsað sær at arbeitt fulla tíð, sleppa teir hetta ikki og mugu arbeiða sjey tímar ella færri.
Samstundis kunnu vaktirnar mangan eisini vera bara fimm tímar, sum eru spjaddir á nógvar ymsar dagar, og við mongum stuttum arbeiðsdøgum hava starvsfólkini ikki møguleika til at arbeiða eyka aðrastaðni.
Á fleiri ellis- og røktarheimum eru reingeringin, køksstarvsfólkini og ítrivstilboðini skerd, og heilsurøktarar, sum eru útbúnir at veita dygga heilsu- og sjúkrarøkt, hava merkt, at trivnaðurin hjá bæði teimum sjálvum og búfólkunum er versnaður, sigur Majbritt Mohr.
|