Vestmenningarnir ætla sær at seta upp 15 vindmyllur, ið høvdu havt við sær, at vindorkuframleiðslan í Føroyum í miðal vaks úr 25 milliónum KWh upp í 57 milliónum KWh árliga. Tað vil siga ein vøkstur í nettoframleiðsluni upp 32,8 milliónir kilowatt-tímar árliga. Hetta hevði havt við sær, at ein væl størri partur av orkuni, ið føroyingar dagliga nýta, hevði komið úr vindi heldur enn úr olju, og tað hevði sjálvsagt gjørt okkum meiri umhvørvisvinarlig. Oljusparingin hevði verið umleið 7.500 tons árliga. Harvið hevði oljunýtslan til elframleiðslu á landi minkað við umleið 20 prosentum.
Goyma orkuna í vatni
Orkunýtslan í Føroyum er í dagtímunum umleið tað tvífalda av, hvat hon er á kvøldi og um næturnar. Tískil fara vindmyllurnar, sum Røkt hevur í umbúna at seta upp, at framleiða meiri orku, enn tørvur er á um kvøldið og um næturnar.
Tá er ætlanin hjá vestmenningunum at goyma orkuna í vatni. Orkan skal leiðast niður í eina orkustøð inni í fjallinum, og síðani verður hon goymd í vatni, sum verður pumpað niðan í byrgingina á Mýrunum. Í dagtímunum, tá stórur tørvur er á orku, kann orkan í vatninum síðani leiðast oman aftur og nýtast til orkunetið í meginøkinum.
Fyri at ætlanin skal gerast veruleiki, er neyðugt hjá Sp/F Røkt at fáa loyvi til at gera nyttu burtur úr vatni í byrgingunum oman fyri Vestmanna, sum annars ikki verður nýtt. Tað er SEV, sum hevur rættindini til vatnið, og av somu orsøk vendi Sp/F Røkt sær beinan vegin til SEV og bjóðaðu samstarv. Svarið frá SEV var stutt og greitt, at tað bar ikki til sambært viðtøkunum hjá SEV at loyva Røkt at binda vindmyllur í teirra elnet.
Munandi lønsamari enn Eiði 2
Sambært stjóranum í Sp/F Røkt, Jóhan í Niðristovu, er ætlaninum hjá teimum væl meiri lønsom enn Eiði 2 ætlanin hjá SEV.
- Íløgan hjá okkum er upp á 180 milliónir krónur samanlagt, og tá eru orkustøð og vindmyllur og alt annað íroknað. Eiði 2 ætlanin ljóðar upp á 150 milliónir, og tá er tað enntá uttan turbinurnar hjá teimum. Eiði 2 ætlanin hevði givið eina økta orkuveitan upp á umleið 17 milliónir kilowatt-tímar, meðan okkara ætlan hevði givið eina økta veitan upp á góðar 32 milliónir kilowatt-tímar. Okkara útrokningar siga, at framleiðslukostnaðurin pr. kilowatt-tíma á Eiði 2 hevði verið umleið 8,50 kr, meðan okkara framleiðslukostnaður hevði ligið millum 5 og 6 krónur, sigur Jóhan í Niðristovu.
Stjórin í Sp/F Røkt vísir á, at fóru teir í gongd við sínar ætlanir, hevði tað havt við sær, at grundarlag var fyri at lækka orkuprísirnar í Føroyum, og tað hevði verið øllum samfelagnum til frama. Oljuprísurin er jú, sum fólk flest vita, sera høgur í løtuni, og einki útlit eru fyri, at hann lækkar í bræði, sigur Jóhan í Niðristovu.
- Vit sleppa ikki til arbeiðis
Sambært Jóhan í Niðristovu er fíggingin av ætlanini hjá Røkt eingin trupulleiki, hóast 180 milliónir krónur eru ógvuliga nógvir pengar.
- Vit hava verið í sambandi við fleiri fíggingarstovnar, og tað er stórur áhugi fyri at fíggja ætlaninar. Stóri trupulleikin er tann, at vit sleppa ikki til arbeiðis, tí at vit ikki fáa neyðugu loyvini, sigur Jóhan í Niðristovu.
Vestmenningarnir hava, eftir at teir fingu noktandi svar frá SEV, sett seg í samband við landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, og í skrivi greitt honum frá málinum. Í skrivinum verður dentur eitt nú lagdur á, at Sp/F Røkt ta fatan, at SEV roynir av øllum alvi at skapa sær eina serstøðu ella einkarætt upp á allar orkuformar, áðrenn ein liberalisering fer fram á hesum øki í Føroyum. Tískil heitir felagið á landsstýrismannin at skipa so fyri, at rúm verður fyri fleiri orkuframleiðarum í Føroyum til gagns fyri alt samfelagið.
Bjarni Djurholm hevur í svari til Sp/F Røkt greitt frá, at hann sum landsstýrismaður onga heimildir hevur at áleggja SEV at samstarva við Røkt um slíkar verkætlanir, og at hann heldur onga heimild hevur at áleggja SEV at loyva øðrum at binda vindmyllur í elnetið.
Landsstýrismaðurin greiður í skrivinum frá, at hann hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk og uppskot til elveitingarlóg, ið skal leggjast fyri Løgtingið, og at miðað verður ímóti, at uppskotini og lógin verður liðug í seinnu helvt av 2006.
Ov bíligt
Jóhan í Niðristovu heldur, at tað ikki kann bera til, at landsins myndugleikar ikki vísa størri ábyrgd, og hann sigur, at í síðsta enda hevur landsstýrismaðurin altið møguleika fyri at stinga út í kortið, hvussu farast skal fram innan føroyskan orkupolitikk.
- Vit hava ein stóran altjóða veitara, sum er við í ætlanunum hjá okkum. Hetta er ein stór fyritøka, sum tó er rættuliga ótrygg við væntandi útmeldingar frá okkara heimligu myndugleikum. Eg skilji ikki, hví vit ikki sleppa í gongd. Hetta er orkuframleiðsluháttur, sum eingin vansi er við, og í mun til alduorku, sum ætlanir eru um at royna í Føroyum, so er hetta ein orkuháttur, ið ikki er á royndarstøði eins og alduorka, sigur Jóhan í Niðristovu at enda.