Sløktu eld í gravmaskinu við kaffi og sodavatni

Hetta kann ljóða, sum ein heldur løgin søga, men tað merkir ikki, at søgan ikki er sonn, tí tað er hon sambært løgregluni.

Myndin er tilvildarlig.

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í eina gravmaskinu í Havnardali.

 

Løgreglan sendi neyðsynjarakfør avstað, men longu áðrenn komið var út  í Havnardali, var eldurin sløktur.

 

- Tað var ein hydraulikslanga, sum var farin at leka; olja var komin á heitu turbinuna, og eldur var komin í.

 

Løgreglan vísir á, at hetta hevur verið ein lítil eldur, tí tað eydnaðist fólki, sum var á staðnum, at sløkkja eldin við kaffi og sodavatni.

 

- Sum vit hava skilt, stóðst lítil og eingin skaði av eldinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.