Sluppin pyntar um fótbóltsvøllin

Sluppin, sum stendur vestanfyri fótbóltsvøllin, er nú blivin málað, og í nýggjum hami fríðkar hon nú rættiliga um økið kring fótbóltsvøllin

Nógv munnu helst kennast við sluppina, sum hevur staðið í økinum tætt við fótbóltsvøllin niðri í bygdini. Henda sluppin hevur staðið har í fleiri ár, og ikki kann sigast, at sluppin beinleiðis hevur pyntað um bygdina.

Tað er tó skjótt, at ávís ting kunnu broytast, og tað er júst hetta, sum sluppin er eitt gott dømi um. Fólk í Sørvági hava nevniliga tikið avgerð um at mála sluppina, og nú er als eingin ivi um, at sluppin fríðkar sera nógv um bygdina – serliga økið kring fótbóltsvøllin.

Fyri uttan málingina, so er sluppin eisini blivin flutt nakað, soleiðis at hon nú stendur við suðurvestur hornið av sjálvum fótbóltsvøllinum. Her er eisini gjørt eitt lítið økið kring sluppina, og ætlanin er at fáa eitt ella fleiri borð at standa í hesum horninum av vøllinum, soleiðis at fólk rættiliga kunnu hugna sær her.