Løgreglan á Sælandi leitar eftir einum fimm ára gomlum smádrongi, sum bleiv burturfluttur seinnapartin Tríggir menn í gekkaskorti tóku tann fimm ára gamla Oliver uttan fyri ein barnagarð í Virum á Norðursælandi umleið klokkan hálvgum fimm seinnapartin. Løgreglan sigur, at drongurin var saman við mammu síni, og at ein av monnunum helt henni, meðan hinir tóku drongin.
Løgreglan sigur, at menninir hvurvu í einum svørtum bili, og nú leitar løgreglan eftir bilinum um alt Danmark, og løgreglan hevur eftirlit við allar brýr og ferjur.
Ein talsmaður fyri løgregluna á Norðursælandi sigur, at tey vita ikki, hví drongurin bleiv burturfluttur, men at talan eftir øllum at døma var um eina væl skipaða burturflyting.