Virgar T. Dalsgaard
Hektisku og febrilsku koloniserings-tiltøkini úr Íslandi hava nú vart í meira enn sjey ár. Longu tá proklameradu ovurhugaðir íslendskir handilsdreingir í samrøðu við Sosialin, at teir vóru avgjørt ikki í Føroyum fyri okkara skyld; - teir vóru bara í Føroyum fyri profittin skyld. Teir ætlaðu at tjena pengar í Føroyum. Tað var púra greið tala, og bert fáur átti at undrast á tað.
Men seinni hava bæði føroyskir og íslendskir ørindasveinar roynt at skeikla henda einfalda realitetin við at fortelja ljósareyð ævintýr um, at hesir fíggjarligu imperialistar eru í Føroyum fyri at ”hjálpa” okkum!
Hvussu hevur nú íslendska ”hjálpin” roynst okkum.? – Ja, fyribils hava naivir føroyingar verið forfardir eygleiðarar til eina ta (procentvís) størstu nationalu europeisku avreiðingina av bæði vinnu-potentiali og arbeiðsplássum til grótharðar íslendskar kapital-interessur. Og í næstan hvørjum einstøkum føri hava føroyingar mist bæði umsetning, arbeiðspláss og service-niveau.
Seinasta íslendska kvett-royndin var í síðstu viku, har vit hoyrdu, at teir høvdu roynt at trokað seg inn í eina lítla, men effektiva fyritøku í Hósvik. Hetta var eitt luskut tiltak, sum setti tær lúnsku íslendsku handils-metodurnar í sjónskt relieff. Tíbetri eydnaðist hesi solventu fyritøku at lofta sær, men tað kravdi kapital. Tað er ikki vist, at tann næsta fyritøkan, sum íslendskir spekulantar fáa eyga á, orkar at útvega tann neyðuga kapital, sum krevst fyri at vísa slíkum fíggjarligum álopum aftur.
Vit eiga øll at ynskja hósvíkingum tillukku við sigrinum. Ússaligt var at síggja, hvussu tveir sperdir íslendingar royndu at møsna afturímóti. Teir kundu ikki við einum orði, hóast teir brúktu nógv blaðpláss, vísa nøkrum aftur, sum Thor-menn høvdu skrivað. Íslendingarnir vavdu seg inn í irrelevant uttanumtos. Tí teir høvdu einki sakligt argument at verja seg við.
Skulu vit bara sita hendur í favn?
Ætla løgtingsmenn bara at hyggja at, meðan fremmandur kapitalur otar seg inn í hvørja føroyska fyritøku, sum er fíggjarliga interessant.
Hetta hevði aldri gingið, um Atli Dam, Petur Mohr Dam, Hákun Djurhuus ella Kristian Djurhuus høvdu verið løgmenn. Hetta er beinleiðis at máa grundarlagið undan tí spinkla føroyska vinnulívinum, sum aldri hevur og aldri kemur at kunna eksistera í heilt fríari kapping.
Íslendingar sjálvir kenna sítt mark og eru avgjørt ikki liberalir. Teir eru millum teir harðastu protektionistar í Europa, og teir hava tað mest subsidieraða vinnulívið um okkara leiðir. Teir hava erkent, at teir aldri høvdu klárað seg í heilt fríari internationalari kapping. – hví skulu vit so skjóta okkum í fótin við at ”spæla” býttdjarvir og ovurkátir liberalistar?
Men tann størsti sorgarleikurin er at síggja, hvussu nógvir av okkara landsmonnum renna ørindir fyri íslendingar og eru við til at beina fyri okkara lívsgrundarlagi. Tað kann ikki nóg ofta takast uppaftur, at hesir íslendsku sambandsmenn eru líka so farligir í dag, sum teir norsku sambandsmenn, ið runnu ódámlig ørindi fyri Norra og norskar interessur í tretivunum.
Føroyskir nationalistar hava aloftast leitað sær til útlendska boppu. – Antin teir nú hava verið norskir, russiskir ella sum nú íslendskir sambandsmenn. Tað er upp á tíðina, at gekkaskorturin verður skræddur av tí ódamliga loysingarliðinum, sum ”ræðist” alt danskt, men krýpur fyri og letur seg eirindaleyst kúga av útlendskum valdi.
Tað er bæði láturligur og harmiligur symbolikkur í, at íslendska sendivaldið gav Pouli Mohr, konsli og stjóra eitt boksl í skilnaðargávu fyri sítt arbeiði sum íslendskur ørindasveinur í Føroyum. Íslendingar eru ikki í iva um, at teir fulkomuliga hava tamarhaldið á slíkum stjóra.