SMS fyllir 45 ár í dag

Tað var ein stórhending, tá sølumiðstøðin SMS lat upp á fyrsta sinni 2. november í 1977 – fyri 45 árum síðani í dag

Tað var ein stórhending, tá sølumiðstøðin SMS lat upp á fyrsta sinni 2. november í 1977 – fyri 45 árum síðani í dag.

 

Sølumiðstøðin, sum húsaðist undir tveimum lonum, sum vórðu bygdar norðan fyri spildurnýggja apotekið fekk stóran týdning fyri handilslívið í høvuðsstaðnum, tá hon læt upp 2. november í 1977 – og hevur tað enn.

 

Virksemið hjá SMS var í 1977 miðsavnað í bygninginum á Trapputrøðni, sum tá var nógv minni, enn hann er í dag. Men nú er størsti parturin av virkseminum hjá P/F SMS uttan fyri sjálvan SMS bygningin – í Mylnunum og í Bónus-handlunum kring landið.

 

Tað var annars longu í 1973, at Hans Mortensen saman við øðrum stovnaði felagið aftan fyri SMS.

 

##med2##

 

– Tórshavnar Býráð hevði ætlanir um sølumiðstøð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at gjørd varð ein høvuðsgøta, har handlar so kundu byggja sær handilshøli framvið. Tá alt so var liðugt, skuldi tak leggjast á, hevur Hans Mortensen, sáli, áður greitt okkum frá.

 

Hetta hugskot helt Hans Mortensen ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS.

 

– Hetta var ein tung prosess, og málið var fyri í býráðnum fleiri ferðir, men tað endaði so við, at Petur Christiansen, borgarstjóri, kundi skjóta fyrista skotið í 1976. 

 

Tá ið SMS lat upp tann 2. november í 1977, var SMS ikki tað, ið tað er í dag. Tá vóru bert tvær lonir – og handlarnar kundu tú telja á fingrunum.

 

Men ætlanin var altíð, at byggjast skuldu fleiri lonir afturat, og í 1980 var farið undir at byggja hinar fýra lonirnar.

 

##med3##

 

Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um- og útbyggingar gjørdar, ein tann størsta, tá parkeringskjallarin og goymsluhølini norðanfyri vórðu gjørd. 

 

Fyri havnarborgarar – og føroyingar annars – var tað nakað nýtt at kunna fara til handils »undir taki«. Tað, sum eisini sermerkti SMS var matvøruhandilin Superland, sum skifti navn til Miklagarð fýra mánaðir eftir upplatingina, tann 1. mars 1978. 

 

Umframt at hetta var ein stórur handilin, so bar nú eisini til at keypa fekst neytakjøt, sum var innflutt úr Danmark í kølibingjum.

 

Leiðari í slaktarínum í SMS tá var tann 27 ára gamli danin, Jørgen Jørgensen – Jørgen Slagter – sum enn er at síggja í SMS av og á, hóast hann er farin frá fyri aldur. 

 

Hann hevur greitt Sosialinum frá, at hann ongantíð hevði verið í Føroyum áður, og at tað var eitt sjokk at koma fyrstu ferð.

 

Tey fóru beinanvegin at leggja til rættis, hvussu fekst neytakjøt kundi innflytast úr Danmark, og gjørdar vóru serligar kølibingjur at flyta kjøtið í. 

 

##med4##

 

– Tað hevur alla tíðina verið málið hjá okkum at hava gott kjøt, sigur Jørgen Jørgensen, sum vísir á, at tey nú innflyta kjøt heilt sunnan úr New Zealandi hinu megin klótuna – og tað er fyrsta floks kjøt, sigur hann – kjøt av neytum, sum liva í Guds fríu náttúru, neyt, sum ongantíð hava kent rákan av hvørki kraftfóðuri ella heilivági.

 

Leygarkvøldið skipaði SMS fyri stórari føðingardagsveitslu í Høllini á Hálsi, har yvir 900 fólk vóru til borðs til hátíðardøgurða.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##