Smyril hevur verið í dokk, og hevur Galaxy røkt leiðina um Suðuroyarfjørð hesar vikurnar, Smyril hevur verið burtur.
Tað hevur fylt nógv í miðlunum, tí nógvar avlýsingar og broytingar hava verið á leiðini, meðan Galaxy hevur røkt leiðina, og so var eisini ein túrur, har Galaxy sigst hava siglt við opnum hekkuporti.
Men nú sær út til, at farleiðin til Suðuroyar kemur aftur í vanliga legu, og ssl.fo hevur hesi boð í morgun:
Smyril byrjar aftur á Suðuroyarleiðini týsdagin 14. oktober. Fráferðin av Krambatanga kl. 07.00 er framskunda til kl. 06.00. Eftir hetta verður siglt sambært ferðaætlan.