Tað er næstan ikki dagur, at samferðslan ikki er tarnað av veðri – og tað er hon eisini í dag.
Smyril fór av Krambatanga í morgun, men av tí at tað er heilt nógvur vindur av landnyrðingi, sum er ringasta ætt at sigla norður, er hann farin vestanfyri fyri at gera túrin lagaligari fyri ferðafólkið
Í løtuni er hann vestanfyri Sandoynna, men tað tekur ein hálvan tíma, ella trý korter longri enn tað ger at sigla vanligu leiðina eystanfyri Sandoynna.
Av tí sama lukkast hann ikki suðuraftur eftir vanligu ferðaætlanini klokkan 11 í morgun og hon er tískil útsett til klokkan 12.
Men tann túrurin suður, verður eisini seinasti túrur hjá Smyrli í dag. Strandferðslan sigur, at fyri veður verða túrarnir av Krambatanga klokkan 17.30, og av Havnini klokkan 20 í kvøld, ikki sigldir.
Annars veðrur siglt aftur í morgin, men Strandferðslan ger vart við, at veðrið er framvegis so ringt, at samferðslan verður eisini darvað í morgin.
Sostatt leggur Smyril ein túr burturímillum mitt á degi í morgin. Tann fyrsti túririn er eftir ferðaætlanin klokkan seks av Krambatanga, men annars eru fráferðirnar seinkaðar, tí at hann siglur vestanfyri Sandoynna.
Fráferðin av Havnini verður sostatt ikki klokkan 9.30, men klokkan 10, og fráferðin av Krambatanga verður klokkan 14, ístaðin fyri klokkan 11.
Síðani siglur Smyril aftur av Havnini klokkan 17 og tað verður samstundis seinasti túrur í morgin. Týsdagin verður so aftur siglt sum vanligt, og tá sigur hann eisini frá frægari veðri.