Tað hevur ligið á ljóði eina tíð, at niðurlendski landsliðsleikarin Wesley Sneijder var á veg til Manchester United, men nú vil italska blaðið Gazetta dello Sport vera við, at hann fer til hitt Manchester-liðið, Manchester City. Italska blaðið, sum vanliga verður mett at vera rættiliga álítandi, skrivar á forsíðuni, at tað eru pengarnir, sum hava fingið Sneijder at velja City fram um United.
Sambært Gazetta dello Sport kostar Sneijder 270 milliónir krónur, og blaðið veit eisini at siga, at hann skal hava 44 milliónir krónur netto í løn um árið. Tað var eftir øllum at døma meiri, enn Manchester United vildi lata.
Wesley Sneijder kemur úr italska felagnum Inter, og hann var ein av teimum bestu á niðurlendska landsliðnum undir HM í Suðurafrika.