Sniðálvur sigldi á sker

Glasfipurbáturin, Sniðálvur, av Sandi var óheppin og sigldi á eitt sker uttan fyri havnina á Sandi í gjárkvøldið.

Báturin hevði verið til fiskiskap og var á veg til lands aftur. Við vóru tveir mans.

- Tá teir koma inn móti havnini á Sandi varnast teir, at sjálvstýrarin sló frá, og teir vóru so óhepnir at sigla á eitt sker, sum liggur uttan fyri havnina á Sandi, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Politiið fekk fráboðan um hendingina klokkan 20.12, og bjargingarfelagið á Sandi var skjótt á staðnum.

Tað gekst tó trekt at fáa pumpurnar í gongd, men tíbetur var ein slammbilur á staðnum, og hann fekk so pumpa bátin lens.

- Vit kannaðu eftir, um menninir vóru edrúir, og tað vóru teir. Síðani er málið eitt mál millum Tryggingina og bátaeigaran, sigur vakthavandi á politistøðini.