So eigur Ronaldo metið

Við fyrsta málinum í dystinum móti Ghana setti Ronaldo seg ovast í all-time máltindin í HM-søguni

Málið var tað 15. hjá Ronaldo í einum HM-endaspæli, og tað hevur eingin spælari megnað undan honum.
Gamla metið átti Ger Müller, sum í 1970 (10 mál) og 1974 (4 mál) skeyt íalt 14 mál.
Málini hjá Ronaldo eru komin í 1998 (4 mál), 2002 (8 mál) og 2006 (3 mál higartil). Tey átta málini, sum Ronaldo skoraði í HM í 2002 eru annars tað mesta, sum nakar spælari hevði skotið síðani júst Gerd Müller í 1970.