So er klárt at byggja nýggja kirkju á Argjum

Loyvi er nú givið til at fara undir kirkjubygging á Argjum

Landstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur nú givið Kirkjuráðnum á Argjum loyvi til at fara undir arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum.

 

Nýggja kirkjan fer at skapa betri umstøður fyri gudstænastur, kirkjuligar handlingar og tað fjølbroytta virksemið, sum kirkjan hevur í nærumhvørvinum.

 

Kirkjuráðið hevur í longri tíð fyrireikað verkætlanina, og nú byggiloyvið frá landsstýrismanninum er givið, so kann arbeiðið fara í gongd sambært teimum ætlanum, sum eru lagdar.

 

– Landsstýrismaðurin ynskir kirkjusóknini Guds signing við arbeiðinum, skrivar Mentamálaráðið.