Pætur J. Petersen byrjaði inni tá hann og liðfelagarnir tóku ímóti FH á Akureyri í kvøld í dysti í Bestudeildini.
Undan dystinum hevði Pætur bert skorað mál í steypakappingini, men í kvøld gjørdi hann hinum føroyingunum kunstin eftir og skoraði fyrsta málið hjá sær í Bestudeildini.
Pætur sum fekk 62 minuttir á vøllinum tók av møguleikanum og økti til 2-0. Hetta gjørdi Pætur fimm minuttir aftaná steðgin. Hallgrímur Mar Steingrímsson spældi bóltin til Pætur, ið ikki sveik álitið.
Undan dystinum hevði Vísir eitt yvirlit við 10 leikarum, ið higartil ikki hava sligið til í Bestudeildini. Pætur var ein av teimum, eins og Patrik Johannesen, sambært Vísir. Men staðfestast má, at Pætur svaraði væl aftur á vøllinum í kvøld.
KA 4 - 2 FH
1-0 Daníel Hafsteinsson ('45)
2-0 Pætur J. Petersen ('50)
2-1 Hörður Ingi Gunnarsson ('59)
3-1 Sveinn Margeir Hauksson ('75)
3-2 Úlfur Ágúst Björnsson ('83, br.)
4-2 Elfar Árni Aðalsteinsson ('88)
KA er nummar fýra í deildini við átta stigum aftaná fimm umfør.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 spælir liðið hjá Klæminti A. Olsen og Patriki Johannesen, Breiðablik á útivølli móti Stjørnuni. Samstundis spælir Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar á liðnum móti Keflavík á heimavølli.