Prísurin á brennievni er hækkaðu við umleið trimum krónum fyri liturin, nú mvg-frítøkan fór úr gildi.
Frá á midnátt varð aftur rindað 25 prosent í meirvirðisgjaldi av bensini og diesel. Tað merkir, at prísurin á brennievni hækkar við umleið trimum krónum fyri liturin.
Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur verið fyribils mvg-frítøka á bensini og diesel, men hon fer nú úr gildi.
Prísurin hjá EFFO er nú:
Bensin: úr 11,35 krónum upp í 14,19 krónur fyri liturin.
Diesel: úr 11,53 krónum upp í 14,16 krónur fyri liturin.
Hjá Magn eru prísirnir:
Bensin: úr 11,55 krónum upp í 14,44 krónur fyri liturin.
Diesel: úr 11,73 krónum upp í 14,41 krónur fyri liturin.
MVG-frítøkan varð sett í verk sum ein fyribils skipan fyri at lætta um hjá brúkarunum, men hon fer nú úr gildi, og tí verða vanligu mvg-reglurnar galdandi aftur frá midnátt.











