So kom tunnilssemjan

Allir flokkar eru samdir um ein leist fyri, hvussu Eysturoyar- og Sandoyartunnilin skulu gerast. Tað almenna skal næstu 10 árini seta 400 milliónir krónur í eitt alment tunnilsfelag

Allir flokkar og uttanflokka á tingi eru vorðnir samdir um ein leist viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum. Semjan ber í sær, at eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum báðar tunlarnar í 2021. Endamálið er at binda føroyska samfelagið meira saman og at stimbra búskaparvøksturin í Føroyum.
Í tíðindaskrivi leygarkvøldið varð sagt, at við hesari semjuni verða tunlarnir bygdir á ein tryggan hátt fíggjarliga fyri samfelagið.

Sambært tíðindaskrivinum er semja er um at:

• Landsstýrið leggur fram uppskot um partafelag fyri Løgtingið. Landið setur íalt 400 mió. kr. í felagið fram til 2024 sambært langtíðarløguætlan landsins

• Landið veitir felagnum ein árligan rakstrarstuðul upp til 10 mió.kr., frá tí at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu

• Felagið kann upptaka ábyrgdarlán, um tað er ein fyrimunur fyri landið, við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina

• Um neyðugt, kann landið hækka partapeningin ella veita avmarkaða trygd til felagið fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin.

• Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá ið borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018

Semjan er undirskrivað av Kaj Leo H. Johannesen, Jørgen Niclasen, Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen, Jenis av Rana, Poul Michelsen, Kára P. Højgaard og uttanflokkatingmanninum Gerhardi Lognberg.

Lógaruppskotið, sum slóðar fyri hesari tunnilsloysnin, var umrøtt á landsstýrisfundi fyrrapartin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, fer í vikuni at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið.