So nógv kostar tað at fáa seyðin av vegnum

Landsverk hevur gjørt nakrar útrokningar og tað er greitt, at tað verður ein dýr søga

Tað verður ein dýr søga at tryggja vegirnar soleiðis, at seyður ikki sleppur á vegin. Tað upplýsir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu nógv tað hevði kostað at stika framvið vegunum fyri at forða fyri, at seyður ikki sleppur á vegin.

 

– Tað er kostnaðarmikið at fáa vegir fríar fyri seyð, tí stik skal setast upp báðu megin vegin, umframt at rulluportur og seyðasmogur skulu gerast. Landsverk hevur tí tikið støðu til at stika fram við høvuðsvegunum, serliga tey vegastrekki har óhapp verða skrásett, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Hann hevur fingið at vita frá Landsverki, at tilsamans eru 477 kilometrar av landsvegi í Føroyum, men 32 kilometrar av teimum eru tunlar. Hinvegin sigur Landsverk, at ein leyslig meting er, at skal forðast fyri, at seyður kemur á vegin, verður tað neyðugt at stika 100 kilometrar av høvuðsvegi. Kostnaðurin er ein króna fyri kilometurin og sostatt fer tað at kosta einar 100 milliónir at stika framvið vegunum.

 

Men tað er bara helvtin av prísinum, tí tað kostar aðrar 100 milliónir at gera seyðasmogur undir vegunum og rulluportur, so tilsamans verður talan um 200 milliónir. Mannagongdin er, at Landsverk stikar fram við vegnum, men at tað so er bóndin sum heldur stikið. Tá ið nýggir vegir verða gjørdir, verður tað næstan altíð stika framvið.

 

Tað verður fleiri ferðir ført fram, hvussu stórur vandi tað er í ferðsluni, at seyður er á vegnum. Landsverk upplýsir, at seyður er atvoldin til eini 300 skaðar um árið, men tað er sjálvandi ymiskt frá ári til ár. Tá ið seyður verður yvirkoyrdur, fáa bilarnir ofta skaða eisini, og leysliga mett, fær tryggingin boð um 200 seyðir um árið, sum eru yvirkoyrdir og einar 100 ferðir um árið verður boðað frá, at ein bilur hevur fingið skaða tí at bilførarin hevur koyrt á ein seyð.