So rakti Rooney málið

Fyri fyrstu ferð í 10 dystum eydnaðist Wayne Rooney at skora fyri Manchester United

Manchester United er víðari til bólkaspælið í Champions League. Tað er staðfest, eftir at Manchester United í kvøld vann 4-0 - 7-1 samanlagt - á belgiska Club Brugge. Stóra hetjan var Wayne Rooney, sum skoraði hattrik.

 

Manchester United vann fyrr dystin á Old Trafford 3-1. Tí mundu tey flestu vænta, at Premier League liðið fór at vinna seg víðari. Tað bleiv heldur aldrin ein torfør uppgáva, tí liðskiparin, Wayne Rooney, er farin at raka málið aftur.

 

Í tíggju dystum hevur tað ikki eydnast honum at fáa mál, men í kvøld bragdaði. Hann skoraði reint hattrik, tá hann legði Manchester United á odda 1-0, 2-0 og 3-0. Ander Herrera skoraði fjórða og seinasta málið í dystinum.

 

Sostatt eru øll 32 liðini klár til lutakastið til bólkaspælið í morgin. 22 vunnu seg beinleiðis víðari, meðan tíggju feløg, í dag og í gjár, hava vunnu seg víðari gjøgnum undanspælið.

 

Fyri fyrst ferð nakrantíð eru fimm lið við úr sama landið. Talan er um Spania, sum er umboðað við Barcelona, Real Madrid, Atletico Madrid, Valencia og Sevilla. Orsøkin til at Sevilla er við, er at teir vunnu Europa League farna kappingarár. Tað gevur nú atgongd til Champions League.

 

Feløgini eru styrkismett í fýra bólkar til lutakastið:

Styrkisbólkur 1: Barcelona, Chelsea, Bayern München, Juventus, Benfica, Paris, Zenit, PSV Eindhoven

 

Styrkisbólkur 2: Real Madrid, Atlético, Porto, Arsenal, Man. United, Valencia, Bayer Leverkusen, Manchester City

 

Styrkisbólkur 3: Shakhtar Donetsk, Sevilla, Lyon, Dynamo Kyiv, Olympiacos, CSKA Moskva, Galatasaray, Roma

 

Styrkisbólkur 4: BATE Borisov, Borussia Mönchengladbach, Wolfsburg, Dinamo Zagreb, Maccabi Tel-Aviv, Gent, Malmö, Astana