Í fjórðu royndini eydnaðist tað Køge at vinna dyst í donsku 1. deild. Byrjanin í nýggja kappingarárinum hevur verið stak vánalig, tí Køge tapti fyrstu tríggjar dystirnar. Venjarin hjá Køge, Henrik Larsen, var tó bjartskygdur undan dystinum í gjár, tí leikliga hevur gingið væl hjá Køge. Og nú eydnaðist tað eisini liðnum av Sælandi at vinna ein dyst. Ølstykke var á vitjan, og Køge vann dystin 2-1. Køge legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men Ølstykke javnaði í seinna. 20 minuttir fyri tíð skoraði Mads Kjøller Westh sigursmálið hjá Køge.