So verður árliga seyðasýningin í Sandoynni

Í ár verður sýningin í útróðrarhúsinum við bátahylin í Skálavík.

Leygardagin 23. oktober verður árliga seyðasýningin í Sandoynni hildin í útróðrarhúsinum við bátahylin í Skálavík. 

Tað eru brøðurnir, Pætur og Tór Karlonsson Winther, sum saman við Kára Petersen, eru høvuðsfyriskiparar.

Aftrat teimum trimum eru fleiri, sum hjálpa til og taka eina hond í við seyðasýningini.

Pætur Karlonsson Winther sigur, at byrjað verður at taka ímóti seyði í Skálavík klokkan 08 leygarmorgunin.

- Sýnsmenninir koma suður við Teistanum leygarmorgunin, og sýningarnar byrja so smátt um 10.30-tíðina.

Hann vísir á, at kappast verður í tilsamans seks bólkum, og í hvørjum bólki verða latnar virðislønir til nummar 1, 2 og 3.

 

Seyðasýningin í Sandoynni er býtt upp í hesar bólkar:

* Besti veðragjólingur 

 

* Besti heimaseyður

* Besti veturgamli

* Besti eldri veðrur (eldri enn eitt ár)

 

* Besti gestaseyður

 

* Besti hagi

 

Pætur Karlonsson Winther vísir á, at besti gestaseyður er brundsseyður, sum er keyptur úr øðrum haga enn haganum hjá eigaranum, og hesin kann eitt nú kvalifisera seg til landsseyðasýningina, sum seinni verður í Kollafirði.

- Vit plaga at hava millum 70 og 100 seyðir á seyðasýningini, og eg vænti, at sýningin koyrir allan seinnapartin leygardagin.

Hann vísir á, at seyðaskannarin eisini verður við á sýningini hesaferð, og her verður tað Eyðstein Jensen, sum kemur at skanna seyðin.

- Tað eru menn, sum hava víst áhuga fyri skanningini fyri at staðfesta, hvussu nógv er kjøt, og hvussu nógv er fiti á seyðinum, men skanningin er ikki partur av sjálvari seyðasýningini, sigur Pætur Karlonsson Winther.

- Vit arbeiða eisini við at kunna stroyma seyðasýningina í Skálavík, soleiðis at sjófólk og onnur, sum ikki hava møguleikan at vera til steðgar leygardagin, kunnu fylgja sýningini, leggur hann aftrat.