Søguligar keldur hjá dønum halda ikki

– Einki er í søguligu keldunum, sum stuðlar danska uppáhaldið um, at Føroyar vóru felags ogn hjá Danmark og Noreg fyri 1814. Tað sigur Zakarias Wang, rithøvundur og samfelagsfrøðingur

– Einki er í søguligu keldunum, sum stuðlar danska uppáhaldið um, at Føroyar vóru felags ogn hjá Danmark og Noreg fyri 1814. Tað sigur Zakarias Wang, rithøvundur og samfelagsfrøðingur

 

Í gjárkvøldið var fundur í Norðurlandahúsunum. Røðari var Bård Frydelund, norskur søgumaður. Hann umrøddi hendingarnar fyri 200 árum síðani í sambandi við friðarsáttmálan millum Danmark og Svøríki í Kiel.

 

Lesið eisini: 200 ár síðan friðin í Kiel

 

– Tað merkisverda var, at norski søgumaðurin hevði eina heilt aðra áskoðan um hendingarnar tá enn ta, sum danskir søgumenn bera fram. Tað sigur Zakarias Wang, rithøvundur og samfelagsfrøðingur.

 

Zakarias Wang vísir á, at Bård Frydelund segði uttan himpr, at tað, sum tá hendi var, at Noregs ríki varð deilt í tvinnar lutir. Annar fór saman við Svøríki, hin parturin, Grønland, Føroyar og Ísland, helt fram við at vera saman við Danmørk.

 

– Danskir søgumenn føra sum kunnugt nakað heilt annað fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norðurhøvum als ikki hoyrdu til Noregs ríki, men vóru felags ogn hjá Noreg og Danmørk.

 

– Einki er í søguligu keldunum, sum stuðlar danska uppáhaldið. Hetta er nakað, sum teir hava funnið uppá av tí, at teir eru hart sperdir av Grønlandi og Føroyum, sum hava alt ov gott um at halda um so er, at tað kemur til skarpskeringar millum okkum og Danmørk, sigur Zakarias Wang.