Um 25 apríl eiga flagveltur at vera settar niður.
Í handilinum hjá Búrøkt merkja tey góða sølu.
Áhugin fyri at seta eplir niður, hevur verið vaksandi seinastu árini. Hugurin at gerast meira sjálvbjargin við mati, tók veruliga dik á seg undir koronatíðini. Hettar hevur hingið við og Búrøkt hevur keypt fleiri setepli inn, tí tey eru við at vera útseld.
Í Handlinum Jógvan Weihe, merkja tey eisini góða sølu.
Vanliga keypa fólk sær setepli í mars, men kalda veðrið sum tá var, hevur við sær at fólk eru komin seinni í gongd, nú er tó við at vera útselt.