Noreg
Tað skerst ikki burtur, at klaksvíkingurin, Kurt Mørkøre, hevur havt eina umskiftiliga tilveru í norskum fótbólti. Síðani hann kom til Sogndal, hevur hann verið ein av hetjunum á liðnum og tað var ikki av ongum, at hann fekk eyknevni ?Kong Kurt?.
Men tað var ímeðan Sogndal spældi í næstbestu, norsku deildini, at Kurt var málslúkurin á liðnum. Síðani Felagið flutti upp í bestu deildina, tippuliguna, hevur tað hinvegin verið sera trupult hjá honum at vinna sær pláss á besta liðnum og hann hevur enn sítt fyrsta mál í ár til góðar.
Flo komin
Nú verður tað enn truplari hjá Kurt at koma á liðið, tí í vikuni hevur Sogndal fingið ein áleypara afturat. Tað hendi, tá ið felagið skrivaði undir ein tvey ára sáttmála við Håvard Flo, sum í løtuni spælir við enska 1. deildarliðnum, Wolverhamton.
Flo verður til reiðar at tørna til fyri Sogndal tann 1. juli. Tað er hann samstundis leysur av sáttmálanum við enska liðið og er sostatt ókeypis hjá Sogndal at ogna sær, stendur at lesa á norskum heimasíðum. Håvard Flo er ikki heilt ókendur í Sogndal. Hann spældi fyri felagið frá 1990 til ?94. Síðani hevur hann verið í Stryn, AGF og Werder Bremen, áðrenn hann fór yvir um Ermarsund.
Eftirnavnið Flo er ikki ókent í norskum fótbólti. Håvard Flo er nevniliga systkinabarn brøðurnar Jostein Flo og tann enn meiri navnframa Tore Andre Flo.
Leysur maður
Mikumorgunin stóð at lesa á heimasíðuni hjá Verdens gang, Sogndal hevur boðað Kurt frá, at hann hevur frítt at fara, um onnur feløg sýna honum áhuga. Í yvirskriftini spyr blaðið, um nakar vil hava vánaligasta leikaran í tippeliguni, og leggur afturat, at hann kann fáast fyri einki. Við hesum verður sipað til, at í fiktivu kappingini, VG-børsen, er Kurt tann leikarin, sum hevur lægsta miðalkarakterin fyri avrik síni higartil.
Við blaðið sigur Kurt, at hann sjálvandi er frustreraður um støðuna, og leggur afturat, at hann eisini veit orsøkina til, at tað ikki hevur gingist so væl hjá honum í ár.
- Spælið hjá Sogndal í dag hóskar als ikki til mín. Styrkin hjá mær er inni í brotsteiginum, og meðan vit í fjør vanliga fingu eini 15 innlegg í dystunum, er talan í mesta lagi um tvey til trý innlegg í hvørjum dysti nú. Langir bóltar og kontraálop er ikki nakað fyri meg.
Spurdur um framtíðina svarar Kurt, at hann enn ikki hevur gjørt nakað av í so máta. Hann vil sjálvandi fegin halda fram í bestu norsku røðini, men sigur seg eisini vera opnan fyri møguligum áhugaðum 1. deildarliðum. Tveir fyrispurningar hava verið úr Føroyum, men hesum er landsliðsmaðurin ikki áhugaður fyri í løtuni.