Sólbjørg fer í barsil – nýtt politisk framsøgufólk

Liberal Alliance hevur sett nýtt framsøgufólk, meðan føroyska Sólbjørg Jakobsen er í barsil

Tað boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi.

Hann tekur við sessinum, meðan føroyska fólkatingskvinnan Sólbjørg Jakobsen fer í barnsburðarfarloyvi 26. juni.

– Tað eru stórir skógvar at fylla, og eg gleði meg nógv til at arbeiða fyri at seta politikkin hjá Liberal Alliance á breddan, sigur Mads Strange í tíðindaskrivinum.

Mads Strange varð valdur í Fólkatingið á valinum 24. mars í ár við 4.488 persónligum atkvøðum.

Formaðurin hjá hjá Liberal Alliance á tingi, Ole Birk Olesen, sigur, at flokkurin fegnast um, at onnur eru klár at taka yvir, tá royndir politikarar halda steðg.

Politiska framsøgufólki er eitt slag av høvuðstalsfólki fyri flokkin og tekur sær vanliga av yvirskipaðu politisku linjuni og teimum mest átrokandi málunum.