Carlton-málið
Almenningurin hevur líka sum mist tráðin í málinum um pelagiska skipið Carlton. Tey tíðindini, sum komin eru frá formanni FF’s, Jan Højgaard og Samtak, sum FF er partur av, eru soleiðis háttaði, at tey skulu passa til ynsktu niðurstøðuna.
- Tíðindini eru snøggaði til og eru eftir mínum tykki villleiðandi um málið og viðurskiftini, sum talan er um.
Tað heldur Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, sum Sosialurin hevur biðið um viðmerkingar til gongdina í Carlton-málinum, nú trætan hevur vart í meira enn ein mánaða.
- Tað einasta, sum er rætt av tí, ið verður ført fram, er, at reiðarar kunnu ikki uttanum Fiskimannafelagið gera avtalur beinleiðis við manningina. Tað er sjálvandi ikki í lagi.
Søgan aftanfyri
Óli, sum ígjøgnum mong ár var við til at gera sáttmálar vegna fiskimenn, vísir á, at tað var í 1971, at FF fekk ein ídnaðarsáttmála fyri skip, sum tóku eini 200 tons, og har manningin taldi 5 mans.
- Seinni fóru kraftblokkaskip at trola eftir svartkjafti til ídnað, og tá varð gjørdur ein serligur sáttmáli fyri trolveiðina. Hetta hevur so aftur seinni ført til ein sáttmála fyri ”kraftblokkaskip á nóta-og trolveiðu”, sum hevur givið hesum fiskimonnum bestu inntøkur í flotanum. Hesin sáttmáli ásetir, at fyri skip omanfyri 1.500 tons er manningarparturin 17,5% av veiðivirðinum og fyri skip undir 1.500 tons er hann 20%.
Óli vísir á, at fyrri reiðarin á Carlton, sum tá kallaðist Sheanne, vildi fegin sleppa at nýta henda sáttmálan út frá tí sjónarmiði, at onnur skip, t.v.s. kraftblokkaskip við troli - í somu stødd og veiðu - nýttu hann.
- Men hetta bar ikki til, tí skipið var ikki útgjørt til nótaveiðu, og lúkaði tí ikki treytirnar. Tá var bert upprunaliga ídnaðarsáttmálin at halda seg til, leggur hann aftrat.
Avgerandi broyting
Í januar í ár hendi tó ein avgerandi broyting í hesi støðu.
- Fiskimannafelagið gevur tá Hanusi Hansen, reiðara, skrivliga tilsøgn um at kunna nýta kraftblokkasáttmálan til nýggja Næraberg, sum heldur ikki er útgjørdur til nótaveiðu. Tískil eru Næraberg og Carlton meinlík skip. Einasti munur er, at annað skipið er nakað omanfyri 1.500 tons og hitt er beint undir.
Óli heldur, at tá ið FF kundi góðkenna henda sáttmála fyri Næraberg, finst eingin saklig grundgeving fyri, at sáttmálin ikki eisini skal galda fyri Carlton við tí prosentsatsi, sum sáttmálin ásetir fyri hesa stødd av skipum, nevniliga 20%.
- Sáttmálar fyri samanberlig skip í somu veiðu mugu náttúrliga vera eftir sama leisti, leggur hann dent á.
Fyrrverandi formaðurin heldur, at við nevndu tilsøgn um Næraberg, styrkir Fiskimannafelagið munandi um støðuna hjá reiðaranum í málinum um Carlton.
Eftir at Fiskimannafelagið hevur givið Hanusi Hansen nevndu tilsøgn um Næraberg, verður mynstringarbann lýst fyri Carlton 2. mars, og Óli heldur, at á hesum grundarlagi er mynstringarbannið ivasamt.
- Eftirtíðin hevur eisini víst, at so er, og tað hevur eingin trupulleiki verið hjá Hanusi Hansen at fáa manning til at bróta bannið.
Lunkaður stuðul
Tað hevur eisini víst seg at verið ómøguligt hjá sitandi formanni FF’s, Jan Højgaard, at forðað fyri landingum uttanlands.
- Fremsta álitið hjá honum skuldi vera ITF, men felagsskapurin hevur eftir øllum at døma funnið út av, at støðan hjá Fiskimannafelagnum er ov illa undirbygd. Tískil ger ITF einki ítøkiligt við málið - uttan at boða frá ”moralskum” stuðli. Minni kann tað ikki vera og er heldur einki vert, sigur Óli Jacobsen.
Hann vísir á, at støðan við arbeiðsmonnum í Hetlandi er hin sama, eins og hetta eisini er galdandi fyri tann sera lunkaða stuðulin í Føroyum.
- Hetta er kanska heldur ikki so løgið við tí orðalagi, sum verður brúkt av formanni FF’s – ein háttur, sum ikki beinleiðis fremur álit, sigur hann.
Fyrrverandi formaðurin heldur, at støðan, sum er íkomin og nú dregur út, er eitt stórt afturstig fyri Fiskimannafelagið - ikki minst, tá ið reiðarar nú hava fingið staðfest, hvussu lætt teir kunnu koma uttanum felagið.
Stórt inntøkutap
Óli Jacobsen sigur, at vanlukkan er størst fyri teir menn, sum sitandi felagsformaður hevur koyrt í land, sum hann tekur til.
- Nú meira enn ein mánaði er farin, eru eingi útlit til loysn av trætuni, og menn vita ikki, nær – ella um – teir sleppa umborð aftur. Undir øllum umstøðum hava teir havt eitt stórt inntøkutap, tí hetta er sum áður sagt ein tann besti kjansurin í landinum.
Óli Jacobsen heldur, at tað átti at borið til hjá Fiskimannafelagnum og tess limum at sloppið undan hesi støðu.
- Men her er neyðugt við hegni og forstáilsi, og hetta hevur almenningurin ikki sæð nógv til higartil, sigur hann.