Soleiðis ávirkar skattalættin

Soleiðis ávirkar skattalættin, sum samgongan ætlar at seta í verk hesi næstu fýra árini. Her er talan um dømi, sum samgongan sjálv hevur sett upp

Skattalætti

Samgongan førir fram at skattalættin fer at geva øllum ein lætta. Í hesum sambandi hevur samgongan sett nøkur dømi upp um húski, sum hon sigur eru vanlig húski í Føroyum.
Eitt dømi eru um eini hjún, har annað forvinnur 100.000 krónur um árið og annað 200.000 krónur, ella tilsamans 300.000 krónur. Tey fara at fáa 9.820 krónur í skattalætta um árið, tá ið skattalættin er heilt fullførdur í 2008.
Eini onnur hjún, har annað forvinnur 150.000 krónur um árið og annað forvinnur 250.000 krónur, ella tilsamans 400.000 krónur, fáa tilsamans 17.920 krónur í skattalætta.
Í einum øðrum dømi nevnir samgongan eini hjún, sum eisini forvinna 400.000 krónur tilsamans um árið, men har inntøkan er øðrvísi samansett. Í hesum føri forvinnur annar hjúnafelagin 100.000 krónur um árið og hin 300.000 krónur. Hesi hjúnini fáa tilsamans 24.820 krónur í skattalætta.
Men verður hugt eftir einsamøllum inntøkum, hevur samgongan roknað út, at ein inntøka uppá 150.000 krónur um árið, fær 2.760 krónur í skattalætta. Ein inntøka uppá 250.000 krónur, fær 15.160 krónur í skattalætta og ein inntøka uppá 350.000 krónur, fær 26.660 krónur í skattalætta, vísa útrokningarnar hjá samgonguni.
Hinvegin hevur samgongan eisini sett sum treyt, at tað skulu ikki latast meiri enn 60 milliónir í skattalætta um árið, ellla tilsamans 240 milliónir í øllum valskeiðnum.Vísa neyvari útrokningar, har ætlanin hjá samgonguni kostar meiri enn tað, verður skattalættin lækkaður, so at hann ikki kostar meiri enn 60 milliónir um árið.