- Nú Fjarðastevna verður um vikuskiftið, og nógv fólk og bátar koma til Vestmannar, verður Niðari Vegur einsrættaður frá klokkan 14 í morgin, til kappróðurin er liðugur.
Tað siga tey í Vestmanna kommunu.
Lagt verður aftrat, at allir privatbilar kunnu tó brúka Ovara Veg, bæði inneftir og úteftir.
- Men, heitt verður á øll, sum hava kappróðrarbátar á sleip, um fara eftir Ovara Vegi, tá komið verður til Vestmannar.
Síðan verður farið úr Vestmanna aftur eftir Niðara Vegi.
Her niðanfyri sæst, hvat øki er sett av til kappróðrarbátar og annað á fjarðastevnu.
##med2##











