Soltin dagur hjá teimum í Liverpool

Bæði Everton og Liverpool FC snávaðu, meðan Arsenal vendi hóttandi tapi til sigur

Tað leyp ikki so nógv av hjá favorittunum, men í flestu førum megnaðu teir í dag at vinna, tá ið 18. umfar í eingilsku landskappingini var á skránni.

Manchester City staðfesti enn eina ferð sína styrki á heimavølli, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-1, eftir at Liverpool eina løtu í 1. hálvleiki var frammanfyri. Úrslitið ber við sær, at City er næstfremst – eitt stig aftanfyri Arsenal, sum við 3-1 sigri á útivølli ímóti grannunum í West Ham lyfti seg upp aftur á tindin.

Arsenal var annars í ikki so lítið av einum ódnarveðri, tí beinanvegin eftir hvíldina legði heimaliðið seg framum 1-0, og tað vóru møguleikar at økja um leiðsluna. Eftir lítlari løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Theo Walcott tvær ferðir, og so var spurningurin, hvussu stórur Arsenal sigurin fór at verða. Innskifti Lukas Podolski staðfesti sigurin. Annað av málunum hjá Walcott skoraði hann við høvdinum. Tað var merkisvert, tí tað hevur hann ongantíð áður gjørt.

Chelsea hevði vitjan av Swansea, og tað gekk akkurát hjá favorittunum, sum vunnu 1-0. Eden Hazard skoraði málið, tá ið knappur hálvur tími var farin. Sigurin ber við sær, at Chelsea er á triðja plássi, eitt stig aftanfyri Manchester City á øðrum plássi og eitt stig frammanfyri Liverpool á fjórða plássi.

Boxing Day royndist ikki væl hjá teimum báðum stóru feløgunum í Liverpool. Serliga meint kendist tapið hjá Everton, sum annars hevur staðið seg so framúr væl í ár. Hesa ferð var Everton størsti favorittur av øllum, tí tað var botnliðið Sunderland, sum vitjaði. Men tað gekk, sum tað meiri enn so kemur fyri, at tað ger. Stórfavorittarnir stóðu eftir við ongum, tí Sunderland vann 1-0.

Everton misti málverjan longu miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá Tim Howard sá reytt. Brotssparkið varð umsett til mál, og so var tað mótbrekka hjá Everton, sum vísti framúr hugburð, men tað eydnaðist ikki at skjóta málið, sum ivaleyst hevði borið stig og sannlíkt sigurin við sær.

Newcastle er eitt stig aftanfyri Everton og á sætta plássi. Í dag varð Stoke sent av St James' Park við størsta sekkinum í hesum umfarinum. Heimaliðið var aftanfyri 1-0, tá ið hálvur tími var farin, og fyrrverandi danski landsliðsmálverjin Thomas Sørensen bjargaði brotssparki, áðrenn Newcastle javnaði.

Eftir steðgin gekk skjótt. Miðskeiðis í 2. hálvleiki var 4-1, og úrslitið var 5-1.

Tað leyp einki av hjá Manchester United, sum vann 3-2 í Hull. United er á 7. plássi, tvey stig aftanfyri Newcastle og við sama stigatali sum Tottenham. Hjá London felagnum var tað stórt vónbrot, at tað á White Hart Lane ikki eydnaðist at røkka meiri enn 1-1 ímóti WBA. Christian Eriksen skoraði heimamálið, sum var tað fyrsta í landskappingini fyri nýggja felagið.

19. umfar er longu í vikuskiftinum. Stórdystirnir vera sunnudagin, tá ið Newcastle fær vitjan av Arsenal, og tá Chelsea fær vitjan av Liverpool.