Løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir er ein dýr kvinna fyri Føroya land. Í øllum førum sambært monnunum, sum manna minnilutan í Løgtingsins fíggjarnevnd, Bárði Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen.
Í álitinum til fíggjarlógina, sum varð lagt fram fríggjadagin, siga teir, at meirilutin hevur »keypt« Sonju Jógvansdóttir fyri at fáa hana at atkvøða fyri fíggjarlógini. Prísurin sambært teimum er 65 milliónir krónur.
Teir tríggir átala, »at skattaborgarans peningur verður brúktur í desperatum royndum at halda fast um maktina og fyri at hava allar 17 samgongutinglimir innanborða«.
Teir siga, at hvørki minnilutin ella Føroya fólk kennir til allar rossahandlarnar, sum eru gjørdir fyri at halda samgonguna koyrandi.
– Men tó eru nakrir handlar komnir í alment ljós, sum boða frá ófrættakendum hugburði hjá ráðandi elituni, siga teir:
– Tann eini samgongutinglimurin hevur ferð eftir ferð sett samgonguni krøv fyri at geva henni 17. atkvøðuna. Í mun til fíggjarlógina fyri 2018 varð eitt av krøvunum sera sjónligt, nú fiskivinnunýskipanin varð samtykt. Fyrst fall málið um frádrátt til yrkisfeløg í Løgtinginum mánadagin 11. desember, og longu týsdagin, sama dag sum fiskivinnunýskipanin kom til 3. og endaligu viðgerð í Løgtinginum, varð málið lagt framaftur við 17 undirskriftum.
– Kostnaðurin fyri 17. atkvøðuna frá Sonju Jógvansdóttir í hesum føri er 40 milliónir krónur, siga teir tríggir, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen.
Og teir halda fram:
– Sami tinglimur hevur eisini sett samgonguni krøv um, at fyritíðarpensjónirnar skulu hækka munandi. Upprunaliga hevur hon kravt eina hækking á 3.000 krónur. Men í fyrsta umfari hevur samgongan játtað at givið eina generella hækking á 1.000 krónur til hvønn fyritíðarpensjónist.
– Kostnaðurin fyri 17. atkvøðuna er í hesum føri 25 milliónir krónur, ið verður lagt til kommunurnar at gjalda.
Tí er niðurstøðan hjá Bárði Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen. at tilsamans kostar 17. atkvøðan hjá Sonju Jógvansdóttir landinum 65 milliónir krónur.