Sonni Ragnar byrjar inni

Føroyski miðverjin byrjar inni, nú FC Midtjylland spælir móti Brøndby

Sonni Ragnar Nattestad sær í løtuni debut frá byrjan í donsku Superliguni. Hann byrjar inni í miðverjuni í dystinum móti Brøndby, sum byrjaði stutt eftir klokkan 18.

 

Føroyski miðverjin fekk fyri kortum 5-ára sáttmála við FC Midtjylland.

 

Sonni Ragnar fekk fekk týskvøldið debut á føroyska a-landsliðnum, tá hann kom inn í seinna hálvleiki í 3-2 tapinum fyri Malta.

 

Dysturin kann síggjast á TV3+

*Tað er hálvleikur í dystinum og Sonni Ragnar hevur spælt avbera væl. Hann hevur fingið rós frá bæði frásøgmanninum og viðmerkjaranum á TV3+. Brøndby hevur illa nokk havt ein møguleika.