Cris, litli sonurin hjá Christiano Ronaldo var sera fegin um at sleppa at møta Lionel Messi til Ballon d´or heiðursløtuna í vikuni.
Sambært Christiano Ronaldo sjálvum, so dámar lítli Cris betri fótbóltsdygdirnar hjá Lionel Messi, enn honum dámar fótbóltsdygdirnar hjá pápanum.
Aftaná handanina av Ballon d´or í Zürich mikukvøldið, møttust Christiano Ronaldo og Lionel Messi uttanfyri kongress-salin, har lítli Cris fekk høvið at heilsa uppá hetjuna hjá sær. Hann var skjótur at fara yvir til Messi fyri at siga "hey". Og tá fekk Christiano Ronaldo høvið at fortelja Messi, at Cris hevði sæð eitt sjónband av teimum á internetinum, og aftaná tosaði tann lítli bara um Lionel Messi. Hetta fekk smílið fram hjá Lionel Messi.
Lionel Messi spurdi so lítla Cris hvussu hann hevði tað, men tá gjørdist tann lítli smæðin, og tordi illa at svara. - Nú rodnar tú? Spurdi ein flennandi Ronaldo sonin hjá sær.
Fótbóltsheimurin má bara bíða spentur eftir, um lítli Cris hevur arvað fótbóltsdygdirnar hjá pápanum.