Sorgblítt, eymt og vakurt

“Eg veit ikki hví hesin bólkurin ikki er betri kendur í Føroyum” segði Árni Gregersen, táið hann kunngjørdi Hymns from Nineveh á Spæliplássinum.

Og væl mátti hann siga so. Bólkurin hevur verið útnevndur ársins bólkur í Danmark, og lá eitt skifti nr. 1 á sølulistanum á iTunes DK. Og har afturat er bólkurin so mikið góður, at eingin orsøk er til at hann ikki eisini skal verða kendur og dámdur heima hjá okkum.

Hymns From Nineveh er fyrst og fremst eitt projekt hjá Jonas Petersen. Táið Jonas av fyrstan tíð bleiv kendur, var tað ikki orsakað av einum plátusáttmála ella tílíkum, men heldur tí at fólk søgdu hvørjum øðrum frá um hann. Hann er kristin lovsongsleiðari, sum í samkomu sínari framførdi sang og tónleik av slíkari dygd, at fólk flokkaðust til at hoyra hann. Hetta menti seg so til at vera ein tann best umtókta bólkin í Danmark.

Tó at bólkurin byrjar og endar við Jonas, so var hann ikki einsamallur á palli. Hann hevði seks fólk við sær. Afturat vanligu ljóðførunum spældu tey eisini banjo, fiól og harmoniku. Saman bygdu tey varisliga stórslignar og væl skipaðar ljóðmyndir upp - sum tó alla tíðina snaraðu runt um avbera vøkru röddina hjá Jonas. Áhoyrararnir vóru ongantíð álopnir av fegnum ella larmandi rútmum. Heldur vórðu teir spakuliga drignir inn í ein eyman heim av varisligum ljóðmyndum, har tað var eins og hvør einstakur tóni var nakað vanvart, sum mátti lutast við virðing og varni. Júst sum røddin hjá Jonas sjálv, var tónleikurin er eymur og varin. Sorgblíðu ljóðmyndirnar vóru eins og søgur, har tú lurtaði neyvt eftir hvörjum smáluti. Flestu sangirnir byrjaðu minimalistiskt og tóku síðani spakuliga at vaksa í orku. Orkan var hildin í teymum, og við áhaldandi tamarhaldi varð latið upp fyri henni, so at ljóðmyndin vaks seg størri og størri; og tað kom mest sum ein kvøkkur, hvørja ferð ein sangur endaði.

Til tíðir, so sum í sanginum ‘Cocoon’, var tónleikurin sera líkur Sufjan Stevens. Aðrir sangir líktust meira Sigur Rós, og uppaftur annað var reinari poppur, at líkna við Per Gessle. Ofta var sálmasangur eisini ein eyðkendur íblástur. Ta einu ferðina spældu tónleikararnir nakað, sum mest líktiskt einari rokkútgávu av einum kingosálmi, meðan Jonas leyp av pallinum og dansaði ímillum áhoyrararnar.

Tó tað onkuntíð kundi havt verðið ein trupulleiki, at tey vendu sær í so nógv inneftir, sum um tey gloymdu áhoyrararnar, so bilti tað ikki; tí fjøldin var drigin við inn í gandakenda dámið. Jonas Petersen er ikki bara sangari: rødd hansara var miðdepilin, og harvið var tað skjótt at missa burtur, hvussu framúrskarandi gittarleikari hann eisini er. Fingraspælið var lýtaleyst. Á sama hátt við hinum tónleikarunum: í tílíkum minimalistiskum tónleikaslagi var ofta lætt at gloyma, at handverkið var sera gott.

Konsertin hjá Hymns From Nineveh var sorgblíð, eym og vøkur - og handað áhoyrararunum so varisliga, at tað ikki er nóg mikið einans at hoyra eina ferð.