Sorin Anghel: Rumenar skulu vinna

Taka rumenar ikki dystin í álvara, so kunnu Føroyar gera ein vørr, sigur Sorin Anghel

Tað er eitt rumenskt lið uttan eina beinleiðis stjørnu, sum kemur á vitjan á Tórsvølli. Teir eru trýstir til at vinna, um teir ætla sær til EM-endaspælið.

- Teir hava allar mans tøkar. Einasta ivamálið hevur verið Romario Benzar. Høgri bakkurin, sum spælir við Lecce í Italia,  hevur trupulleikar við knænum, men miðlarnir skriva, at hann verður klárur, sigur Sorin Anghel, sum kom til Føroya um aldarskiftið.

Fyrr hevur rumenska landsliðið havt stórar stjørnur sum Gheorghe Hagi, men hóast sonurin er við í dag, so er talan ikki um beinleiðis stjørnuspælarar.

- Tað er ongin stjøran, men har eru spælarar sum Ianis Hagi, sum spælir við Genk í Belgia, og Răzvan Marin, sum spælir við Ajax. Teir eru spælarar til framtíðina. Eg kann eisini nevna George Pușcaș sum spælir í Reading. Hann var í ungdómsdeildunum hjá Inter Milan, sigur Sorin Anghel.

Hann nevnir eisini Florinel Coman, sum er við fyri fyrstu ferð.

- Tað eru nógvir ungir spælarar, sum Cosmin Contra ynskir at byggja eitt nýtt lið við, men eg ivist um fólkið og miðlarnir hava tol til tað. Tey vilja til eitt endaspæl sum skjóast, sigur venjarin hjá AB.

Sjálvur væntar Sorin Anghel, at rumenar vinna. Teir eru fulltíðarspælarar og skulu vinna, um teir skulu koma víðari.

- Eg tippi Rumenia at vinna, tí teir skulu vinna móti Føroyum og síðani Norra, um teir skulu koma víðari. Teir brúka kanska fleiri tekniskar spælarar móti Føroyum, men teir eru fulltíðarspælarar og tað kann koma til sjóndar. Fyrimunurin hjá Føroyum er heimavøllurin. Taka rumenar ikki dystin í álvara, so kunnu Føroyar gera ein vørr, sigur Sorin Anghel, sum verður partur av toyminum hjá FM1 til landsliðsfrásøgnina.