Fimm ferðir um vikuna fáa umleið 4-500 føroyingar Skips Sosialin, sum vanliga verður sendur til eini 150 ymisk skip, og tá eru umleið 75 skip ikki roknað við, sum annaðhvørt eru heima ella í løtuni ikki hava nakran føroying við
Skips Sosialurin er nærum blivin standard hjá reiðaríum, har nógvir føroyingar eru við. Her verður serligta hugsað um Maersk, Royal Greenland og okkurt av útgerðarfeløgunum.
Henda tænasta hevur nú verið í nøkur ár, og teir siglandi føroyingarnir eru sera fegnir um hesa tænastu. Við Skips Sosialinum verður sjómaðurin ikki so fremmandur, tá ið hann kemur heimaftur. Tí hann kann fylgja við dag fyri dag, hvat fyriferst heima.
Tað eru fleiri ymsir møguleikar fyri, hvussu tú kanst fáa Skips Sosialin sendandi:
1.HTML útgaávan inniheldur allar greinar í Sosialinum. Sera løtt at lesa á telduskíggjanum ? og løtt at finna runt í. Er býtt sundur í partar á 50 kb, men verður tó sett saman aftur til eitt umborð.
Zip útgávan er í veruleikanum tann sjálvútpakkandi útgávan, men goymd innan í Zip fílum. (Sí niðanfyri)
Print-útgávan er allar greinir í eini langari røð - klárar til útskrivt, og finst hendan eisini í vanligu HTML útgávuni. Print-útgávan er sostatt hesin parturin einsamallur - og fyllir tískil minni. Print-útgávan riggar eisini væl til at verða lisin á telduni, men HTML-útgávan er lættari at finna runt í.
2.Tekst útgávuna velur tú tá viðfestingar ikki eru loyvdar í e-mailinum. Hesin tekstur er ikki eins lættur at lesa sum HTML útgávan, og liggur hann eisini sum tekstur innan í sjálvum e-mailinum. Teksturin verður býttur sundur í hóskandi partar á umleið 50 kb og sendur í fleiri umførum.
Skips Sosialurin verður ikki uttan víðari sendur til Immarsat C fylgisveinasambond. Hetta kemst av, at tað er sendarin, ið rindar fyri sendingina, og hartil er Immarsat C ikki ætlað til tunga ferðslu. SkipsSosialurin verður einans sendur til skip, har móttakarin rindar fyri sambandið.
Í ávísum førum ber tó til at nýta Immarsat C til SkipsSosialin, men tá má avtala gerast við fylgisveinaveitaran. Nærri kunning um Immarsat C kann fáast við at venda sær til fylgisveinaveitaran beinleiðis ella á teirra heima-síðu.
Áðrenn støða verður tikin til, hvat slag ein ynskir at fáa sendandi, er upp á sítt pláss, at nærri verður greitt frá muninum millum hesar, og serliga um vanligar forðingar, ið vera seg galdandi viðvíkjandi internetsamskiftinum við skip, ið stava frá ymsum trygdarfyri-skipanum, ið tey einstøku reiðaríini/skipini hava sett í verk. Trygdarkrøvini umborð á skipunum eru ymisk, og er neyðugt hjá haldaranum at vita um hesi, skal Skips Sosialurin hava møguleika fyri at koma trygt fram.
Nøkur dømi:
Umborð á onkrum skipum ber ikki til at móttaka e-mail, ið fylla meira enn 60 kb. Summi skip loyva ávís-um viðfestingum, men forða fyri øðrum. Eitt dømi kann vera at viðfestingar við eindingini »jpg«, »gif«, »zip« o. s. fr. sleppa ígøgnum, meðan »exe«, »vbs« o. s. fr. verða forðaðar. Í hesum føri velur ein Zip-viðfesting.
Onnur skip loyva als ikki viðfestingum, og er tá bert ein nýtiligur møguleiki, nevniliga Tekst-útgávan, ið er tá allur Sosialurin verður sendur innan í einum ella fleiri e-mailum - alt eftir støddini.
Seinni kemur ein snild útgáva, har ein viðfesting verður gjørd um og send sum tekstur, ið síðani aftur verður gjørdur til eina sjálvútpakkandi fílu umborð. Hetta fer tó at kreja eitt forrit umborð, ið Sosialurin útvegar haldarum, og sum verður tókt at taka niður frá www.sosialurin.fo. Hetta merkir, at skip, ið annars ikki kunnu móttaka viðfestingar, á henda hátt kort-ini kunnu móttaka tilfar, ið annars bert kann sendast sum viðfesting.
Eru ongar forðingar umborð, hvat viðvíkur stødd og viðfestingum, so er tann besta og ókaksleysasta útgávan so avgjørt HTML útgávan, og vald sm »sjálv-útpakkandi« (exe).
Eru spurningar ella uppskot, so er e-mail adressan: [email protected]